Stórsigrandi móti gullinum

HB fer at seta met við málskjóting í ár. Seinastu tveir dystirnar hava teir gjørt tíggju mál, meðan einki er farið ígjøgnum. Einki lið í Føroyum hevur so vandamikið álop og trygga verju sum HB

Tað er við maner, at HB hevur lagt seg á gullkósina. Enn resta trý umfør. Á pappírinum kann gullið enn fara til Fuglafjarðar – men bara til Fuglafjarðar. Hetta er tó bara á pappírinum, tí níggju stig eru eftir at telva um, og HB er átta stig frammanfyri ÍF.
Sostatt skal sigursvandi stóribeiggin í Gundadali tapa tríggjar dystir á rað. Tað kemur sjáldan fyri í sjálvum sær, og tá gullkrónurnar standa upp á spæl og mótstøðuliðini annars eita ÍF, TB og NSÍ, so tapir HB sjálvsagt ikki allar hesar dystirnar.
Gera teir tað, so skal ÍF vinna allar tríggjar dystirnar, ið eftir eru. Gott nokk hevur ÍF bara heimadystir eftir, men hesir eru í móti HB, NSÍ og B36. Allir skulu vinnast – men í gjár spældi ÍF ikki sum eitt lið, ið spælir fyri at vinna FM.

Meistaraspæl og met
Tað ger HB hinvegin. Teir vístu meistarafótbólt í móti EB/Streymi fyri viku síðani og vunnu 4-0. Teir spældu meistarafótbólt í gjár og vunnu 6-0. Ein knúsandi stórsigur, sum væl kundi verið størri, um neyvleikin var eitt vet frægari.
Undan kappingarárinum var einasta spurnartekin, sum kundi setast við HB, hvar málini skuldu koma frá? HB hevði ongan Arnbjørn Hansen, Páll Klettskarð, Clayton Soares ella Klæmint Olsen. Stórsigurin í gjár var enn eitt svar upp á henda spurningin. Málini koma allastaðni frá og frá øllum. Í gjár taldi 6-0 sigurin fimm málskjúttar.
Fróði Benjaminsen (11), Símun Samuelsen (9), Christian R. Mouritsen (8), Kristin R. Mouritsen (7), Heini Vatnsdal (6), Andrew av Fløtum (6), Gunnar Haraldsen (5) og Bárður Heinesen (4) eru teir, ið hava skotið flest mál fyri felagið í ár, meðan menn sum Bárður Olsen og Páll Mohr Joensen hava gjørt tvey í part, og Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen og Hilmar Leon Jacobsen hava gjørt hvør sítt. Tilsamans 13 málskjúttar og 64 mál í 24 dystum.
Sostatt kemur HB ivaleyst eisini at seta met, tí sambært hagtølunum hjá Faroesoccer, so eiga HB og EB/Streymur metið fyri flest skotin mál í einum kappingarári, síðani vit fóru at spæla 27 umfør í 2005. Í 2005 skoraði HB 66 mál í 27 dystum, og EB/Streymur gjørdi tað sama í 2011. Sostatt skulu bara trý mál aftrat á kontoina, og so hevur HB sett nýtt met.

Trygg verja
Í verjupartinum er HB eisini ein flokk omanfyri hini liðini í ár. 27 mál eru farin inn í 24 dystum. Í skrivandi stund, er tað fimm betri enn EB/Streymur og B36, sum eru næsttryggast. Samanborið við undanfarin ár, so er tað ikki nakað at reypa av sum so. Her eigur B36 suverena metið, sum varð sett í 2005, tá 17 mál fóru í gjøgnum hjá Jákupi Mikkelsen í 27 dystum.

Neyðugt hepni
Umframt góðu verjuna og stinna álopið, hevur HB eisini havt neyðuga hepnið við sær í ár. Tað hepnið, sum ger lið til meistarar. Næstsíðsta umfar tapir HB óvæntað fyri AB, men tá var longu greitt, at ÍF, sum var einasti veruligi avbjóðarin í FM-stríðnum, hevði tapt stórt fyri EB/Streymi. Tá broyttist einki.
Í gjár kundi tað eisini sæð munandi øðrvísi út, um Gunleif Olsen hevði rakt stongina og inn – og ikki stongina og út eftir bara tíggju minuttum. Fyri ikki at tala um, tá Tór-Ingar Akselsen, fyrrverandi landsliðs- og HB-leikarin, gjørdist púra leysur við Teiti Gestsson, ið tó vardi væl fyri.

Finalan í Fuglafirði
Tá 07 Vestur ikki tók av møguleikunum, so vóru HB eirindaleysir, tá teir fyrst fingu hol á. Heini Vatnsdal grundlegði sigurin við máli beint fyri og beint eftir steðgin, og so varð sigurin trillaður heim, har Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen, debutanturin Hilmar Leon Jacobsen og so Bárður Heinesen eisini sluppu upp í part.
Við tíggju málum fyri og ongum ímóti seinastu tveir dystirnar, hevur HB sanniliga lagt seg í góða støðu undan ”FM-finaluni”, sum verður í Fuglafirði sunnudagin. Tá kann HB við einum stigi tryggja sær føroyameistaraheitið.