Tað var ikki hissini sigur, sum Silkeborg í dag vann á heimavølli. Favorittarnir úr FCM vitjaðu, og teir vóru sendir til hús við 4-0 tapi, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0.
Stóri maðurin í Silkeborg var álopsspælarin, Rajko Lekic, sum skoraði trý mál.
Við føroyskum landsliðsbrillum var hugaligt at staðfesta, at Christian Lamhauge Holst var millum teir fyrstu ellivu á Silkeborg liðnum. Hann var ytstur á miðvøllinum í vinstru, inntil hann varð skiftur út. Tá restaðu tað tólv minuttir.