Stórsigur til StÍF

Eingin ivi var um úrslitið, tá Tjaldur og StÍF mikukvøldið gjørdu útsetta dystin av sær. StÍF vann greiðan sigur, og heldur framhaldandi fast um FM-vónina

Tjaldur-StÍF 21-34 (10-14)


Eftir at dysturin millum liðini bæði varð avbrotin fyri viku síðani, skuldu Tjaldur og StÍF enn einaferð hittast mikukvøldið.

Tjaldursmenninir høvdu kanska vóna, at tað skuldi bera til at fáa eitt líkinda úrslit burtur úr dystinum, tí tá undanfarni dysturin varð steðgaður, hevði gingið hampuliga javnt á, hóast dysturin kanska hevði verið heldur rokmikil.


Eingin ivi

Dysturin mikukvøldið byrjaði eisini hampuliga javnt, men eftir at Tjaldrið hevði javnað til 4-4 gekk bara ein veg, og hetta var til fyrimuns fyri føroymeistararnir av strondum.

Teir settu snøgt sagt ferðina eitt sindur upp, og síðani vóru teir á heimaliðnum ongantíð nær námind sensatiónini.

Í hálvleikssteðginum var munurin tó ikki hin stóri, men í seinna hálvleiki øktu strandingar støðugt um munin, soleiðis at stóri sigurin kundi tryggjast.


Dupultan leiklut

Tað skal tó leggjast afturat, at Tjaldrið viknaði munandi í seinna hálvleiki. Fyrst fekk Ragnar Olsen reyða kortið fyri at toga Artur í armin, tá hesin hevði beina kós móti málinum, og móti endanum av seinna hálvleiki fekk Tummas Magnussen eisini ostaskorpuna at síggja fyri sama brot móti sama leikara.

Tá so Súni Fríði eisini noyddist av vøllinum, vóru góð ráð dýr, tí nú vóru einans fimm útileikarar eftir á liðnum. Ráðini vórðu tí, at Jørgin Gudmundson varð tikin úr málinum og latin í nýggja troyggju, soleiðis at hann á dómaraseðlinum varð skrásettur tvær ferðir. Jørgin megnaði eisin at fáa eitt mál móti endanum av dystinum, og avloysari hansara, Sjúrður Jacobsen stóð seg bara heilt væl í málinum.


Við sigrinum mikukvøldið helt StÍF fast um vónina um at endurvinna meistaraheitið, og eftir dystin var venjarin, Jónleif Sólsker, eisini væl hýrdur. Serliga lat hann væl at skjóta spælinum, sum lið hansara hevði sýnt.

Tað verður helst eisini neyðugt hjá StÍF at vísa seg frá sínari bestu síðu komandi vikurnar, tí eftir at teir sunnudagin skulu royna seg móti H71, standa tríggir sera torførir heimadystir á skránni. Neistin, VÍF og Kyndil koma á vitjan í nevndu raðfylgju, og ivaleyst kann hetta samanberast við at leika tríggjar steypafinalur á rað, tí StÍF hevur valla ráð til at tapa nakran av hesum dystum.

Tað høvdu teir forrestin heldur ikki seinasta ár um sama mundi?


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Sverri Justinussen 8 (4), Arngrímur Arngrímsson 4, Tummas Magnussen 3, Súni Fríði Johannesen 2, Arnfinn Langgaard 1, Áki L. Hansen 1, Svenn Olsen 1, Jørgin Gudmundson 1

StÍF: Artur Johansen 9 (2), Jónleif Sólsker 6, John Petersen 5 (3), Sveinbjørn Poulsen 5, Pauli Hansen 3, Leivur Justinussen 2, Marius Joensen 2, Alexandur Johansen 1, Poli Hansen 1

Brotskøst:

Tjaldur 4, StÍF 5

Útvísingar:

Tjaldur 1, StÍF 3

Diskvalifikatiónir:

Tjaldur 2 (beinleiðis reytt)

Dómarar úr Neistanum:

Hjalmar Petersen og Kristian Johansen