Tað var einki at rafla um, tá ið 07 Vestur seinnapartin hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ. Andrzej Stretowicz setti hol á longu í 3. minutti, og í 11. og 16. minutti skoraði miðvallarin Jovan Panic tvey fín mál flottum langskotum.
Fimm minuttir eftir steðgin økti Jóan Petur á Stongum til 4-0 við stútara eftir horna, og tá ið tað restaðu seytjan minuttir var tað aftur Andrzej Stretowicz, sum skoraði.
Øssur Dalbúð, sum ikki sleppur framat á besta NSÍ liðnum, vísti enn eina ferð sítt máltev, tá ið hann við stútara eftir horna minkaði um munin til 5-1 í 78. minutti. Jóan Petur á Stongum økti til 6-1 í 82. minutti, og Hans Arni Ellefsen staðfesti rimmar heimasigurin tríggjar minuttir fyri leiklok.