Stórsligin móttøka við sangleikinum "Josef"

Í sambandi við at Tryggingarfelagið Føroyar er flutt í nýggj hølir á Kongabrúnni, var almenn móttøka hósdagin 13. mai við fjølbroyttari tónleikaskrá, og høvið var at síggja nýggja snotisliga bygningin.

Sannur veitslurómur var hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni hósdagin.

Nógv fólk komu á gátt, og nógvar ymiskar tónleikaframførslur vóru á skránni, m.a. spældu Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen móttøkutónleik, Jóhannes Andreasen spældi klaver og Sámal Petersen violin, dupultkvartettin í Ebenezer sang nakrar sangir, og leikarar úr sangleikinum "Jósef" framførdu brot úr leikinum.

Alt hetta gekk fyri seg í nýggja innilokaða "Torginum" millum bygningarnar, og eydnaðust framførslurnar sera væl. Stemningurin var sum í eini smalari gongugøtu í einum býi, har fólk gingu í gøtunum, og nøkur stóðu við vindeyguni og onnur komu út á altanirnar at hoyra og síggja tónleikararnar framføra.

Gunnar í Liða, forstjóri, helt røðu har hann beyð øllum at vera hjartaliga vælkomin, og hann segði m.a. "Vit eru fegin um at hetta drúgvføra umvælingararbeiði nú er at enda komið, og úrslitið sum tit síggja í dag, eru vit eisini sera fegin um.

Hesir bygningar vera ein varði í Havnini, men tey vera eisini eitt arbeiðspláss hjá umleið 100 fólkum. Og vit sum hava okkara dagligu gongd her í hesum prýðiligu hølum, eru takksom fyri at tað er okkara arbeiðspláss. Hetta er ein daglig kelda til inspiratión. Við hesari umbyggingini er Havnin vorðin enn prýðiligari, og her er skapt nakað serstakt í føroyskari byggilist. Ikki er tað ov nógv sagt, at henda umbyggingin umframt at vera skapað til eitt arbeiðspláss, eisini hevur lagt dent á tað listarliga.

Umbyggingin byrjaði í mars 2001. Samlaða gólvvíddin í hesum bygningunum er 3.150 fermetrar. Talan um fýra upprunabygningar, ið vóru bygdir til hvør sítt endamál, men sum nú eru samanbundnir til eina eind. Samlaða talið av rúmum í hesum bygningunum er 76, harav 42 eru skrivstovur.

Nógv er gjørt burtur úr brunatrygdini, og bygningurin er deildur upp í brunaeindir, og brandávaringarskipan ið boðar frá eldi beinleiðis til brannstøðina er uppsett. Eisini eru hølini innrættaði á slíkan hátt, at hóast nógv ymisk niveau og nógv rúm, so ber tað til at koma allastaðni runt í bygninginum við koyristóli. Tað er bert ein skrivstova í bygninginum, ið ikki er komandi til í koyristóli.

So alt í alt hava vit her fingið ein nýmótans skrivstovubygning, við resepekt fyri upprunabygningunum sum jú vóru 4 í tali.

Upprunabygningarnir eru: Rosenborg, ið er bygningurin, har gamla Tryggingarsambandið Føroyar helt til, Kamarsbygningurin við sínum eyðkenda runda skapi, Arge-bygningurin, ið varð bygdur í 1935, og Geilin, har sum gomlu sethúsini í Geil stóðu, og nýggjur bygningur varð bygdur í 1964-65.

Vit hava so valt at varðveita uppruna nøvnini, eisini fyri at halda fast í søguna her í hesum eyðkenda staði í Havn.

Tryggingarfelagið Føroyar er ikki einans bygningar. Vit hava orðað eina hugsjón fyri felagið, og eisini ein setning ið vit ynskja at arbeiða eftir. Hugsjónin er:
"Tryggingarfelagið Føroyar skal vera fremsta og besta tryggingarfelag í Føroyum", og okkara setningur er: "Vit skapa tryggleika"

Hugsjón og setningur eru grundarløgini, ið alt virksemið og allar ætlanir hjá Tryggingarfelagnum hvíla á.

Tilverugrundarlagið undir Tryggingarfelagnum Føroyum er grundað á tríggjar grundir, nevniliga: Kundan, starvsfólkið og felagið.

Við hesum nýggju og góðu kørmum vænta vit tí at kunna náa okkara endamáli uppaftur betri, nevniliga at skapa tryggleika fyri bæði einstaklingum, húsarhaldum, skipum og virkjum her á okkara klettum", segði Gunnar í Liða, forstjóri, m.a. í røðu síni.


(í gráan kassa)
Ráðgevarar og arbeiðstakarar ið hava luttikið í umbyggingini:

Ráðgevarar:

Arkitektar 99: Arkitektarbeiði
Landsbyggifelagið ráðg. verkfr: Berandi konstruktiónir
Sofus M Jakobsen ráðg. verkfr. HVS, ventilatión og kloakkir
Viggo Akraberg Hansen ráðg. verkfr. El- og veikstreymsinnleggingar

Arbeiðstakarar:

Guttesen og Staksberg: Høvuðsarbeiði
Byggitek: Múraraarbeiði
Henning Sørensen: Málaraarbeiði
Litbúðin í Vági: Gólváleggingararbeiði
Demich: HVS- og ventilatiónsarbeiði
EL-Service á Skála: El og veikstreymsarbeiði
Kone elevator: Veiting av Lyft