Stórsligin nýggjárskonsert

Árliga nýggjárskonsertin verður í ár í badmintonhøllini 2. jólakvøld. Umframt teir tríggjar luttakandi bólkarnar verður eisini diskotek og dansigentur á skránni

Siðvenja hevur verið, at árliga nýggjárskonsertin er farin fram í ítróttarhøllini á Hálsi, men í ár er hon so flutt oman í Badmintonhøllina.

Orsøkin til, at konsertin ikki longur er í høllini á Hálsi, er, at bæði ítóttarhøllin og Gundadalshøllin hava avgjørt, at tær ikki longur fara at hýsa konsertum og dansitiltøkum annars. Tó er høllin á Hálsi tøk, um onkur vil hava eitt konsert/dansitiltak, sum endar á midnátt.

Einfalda orsøkin til, at leiðslurnar í hallunum hava tikið hesa avgerð, er, at slík tiltøk fara alt ov illa við hallunum. Gólvið slítist, kummur og vask verða ofta brotin, og umframt hetta sær økið kring hallirnar ræðuligt út morgunin eftir.

Einasta høll í Havnini, sum framvegis hýsir dansi og konserttiltøkum, er tískil Badmintonhøllin. Fyrireikararnir av árligu nýggjárskonsertini siga við Yngd, at hetta er ikki besta loysnin.

Badmintonhøllin hýsir bert umleið 800 fólkum, og nevnast kann, at til undanfarnar nýggjárskonsertir hava eini 1200-1500 fólk verið, so talan verður helst um eitt fíggjarligt bakkast fyri fyrireikararnar. Av hesi orsøk hevði tað helst verið eitt gott hugskot hjá teimum, sum ætla sær á konsert, at fara niðan í Badmintonhøllina í góðari tíð.


Tríggir bólkar verða við

Í ár verða bólkarnir ikki eins nógvir í tali, sum vanligt hevur verið, men góðskan á bólkunum skuldi verið av besta slag.

Tríggir bólkar, Malan Eyðunsdóttir Band, Taxi og Wild Child, fara at taka lut á nýggjárskonsertini, og felags fyri allar bólkarnar er, at ein partur av bólkinum vanligani er búsitandi uttanlands. Tískil verður konsertin ein forkunnugur møguleiki fyri at hoyra nakrar av okkara bestu tónelikarum, sum vit ikki so vanliga hoyra her heima á klettunum.

Malan Eyðunsdóttir Band er millum annað mannað við fleiri av teimum tónleikarunum, sum vit fyrr kendu frá vælumtóktu Mark No Limits. Teirra millum kunnu nevnast, umframt Maluna sjálva, Jóhan Ziskason á gittar og Egil B. Hansen á bass. Aftrat sær fara tey trý eisini at hava ein trummuspælara og ein keyboardspælara, men enn er ikki heilt greitt, hvør ið tað verður.

Taxi er seinastu tíðina vorðið eitt rættuliga vælumtókt orkestur her á landi. Bólkurin hevur verið á eini konsertferð kring landið í heyst, og undirtøkan hevur verið stak góð á støðunum, sum teir hava vitjað.

Við Kim Hansen á odda er neyvan nakar ivi um, at bólkurin fer at trekkja nógvar áhoyrar, og hinir limirnir í bólkinum standa so sanniliga einki aftan fyri Kim. Nevnast kann Jón McBirnie á bassinum, sum til dagligt er búsitandi í Keypmannahavn.

Wild Child er kanska ikki so væl kendur millum manna, sum hinir báðir bólkarnir, men suðuroyarbólkurin vinnur støðugt frama millum áhoyrarar norðanfjørðs. Á ólavsøkukonsertini fyrr í ár var Wild Child kanska tann bólkurin, sum tók tey flestu á bóli við sínum rock-tónleiki og framúr góðu tónleikarum.


Dansarar og diskotek

Tað verða ikki bert tónleikabólkar, sum fara at standa fyri undirhaldinum á árligu nýggjárskonsertini. Eisini verður diskotek, har nakrir av okkara bestu plátuvendarum fara at skipa fyri. Tað, sum ofta eyðkennir konsertir, er, at dansifólkið mangan stendur og bíðar leingi, tá ið ein bólkur fer av palli, og tann næsti ger seg til reiðar. Soleiðis verður ikki á nýggjárskonsertini í ár, siga fyrireikararnir, tí at so skjótt, sum ein bólkur er liðugur at spæla, fara plátuvendararnir at spæla tónleik, so tað brakar eftir í. Vit fara at gera alt fyri, at fólkið, sum kemur á konsertina, ikki fara at keða seg, sigur Havgrímur Johannesen, ið er høvuðsfyrireikarin av konsertini.

Sum nakað heilt nýtt verða dansarar við á konsertini. Nakrir fimleikarar/dansarar fara at framføra dans til pumpandi teknotónar. Framførslan hjá teimum verður á einum lágum palli beint framman fyri sjálvan høvuðspallin.

Sjálvur høvuðspallurin verður nógv fríðkaður við ymiskum prýði, og haraftrat fer ein stórur partur av bestu ljósútgerðini her á landi at seta sín dám á. Arbeitt verður somuleiðis við at útvega nýggja ljósútgerð úr Danmark.

Árliga nýggjárskonsertin verður sum sagt í Badmintonhøllini í Havn og byrjar klokkan 22. Kostnaðurin fyri at sleppa inn til konsertina er 130 krónur. Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu í 3?arinum í SMS, Kunningarstovuni, umframt á nøkrum av Shell-støðunum kring landið. Shell hevur stuðlað konsertini fíggjarliga.