Fótbóltur
– Eg haldi, at føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri bretskum íblástri, tí bretskur hugburður og bretskur fótbóltur passa væl til okkum. Hann hevur ferð og styrki. Heimsins besta landskapping, Premier League, liggur beint sunnan fyri okkum, og kring alt landið eru vit hugtikin av Liverpool, Manchester United, Chelsea og Arsenal. Kortini brúka vit ikki bretskan fótbólt sum íblástur, tá vit uppala okkara fótbóltsspælarar. Vit eru í staðin við at gerast eitt kopi av fótbóltinum í tí landinum, sum er nummar 36 í heiminum. Tað gevur lítla meining.
Soleiðis segði fyrrverandi landsliðsspælarin, Uni Arge, tá hann í summar var partur av tema-greinum um føroyskan fótbólt.
Endamálið við greinarøðini var at kasta ljós á, hvussu vit kunnu menna føroyskan fótbólt. Og júst tann spurningurin er kjarnin, tá starvsnevndin hjá FSF í morgin tekur avgerð um, hvønn teir – har eru bara menn – vilja hava sum landsliðsvenjara komandi trý árini.
»Trygga« loysnin
Millum fótbóltskøn er breið semja um, at eitt tað størsta frambrotið innan føroyskan fótbólt er venjaraskúlin, sum seinastu fjórðings øldina er uppbygdur, soleiðis at føroyskur fótbóltur í dag kann uppala venjarar við altjóða góðkendum licensi.
Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við danska Fótbóltssambandið, DBU, og tí er einki ónáttúrligt í, at tað er danski fótbóltsskúlin, sum hevur sett sítt stóra fingramerkið á arbeiðinum við føroyska landsliðnum.
Verður sæð burtur frá fyrstu árunum við Páll Guðlaugssyni, har motivatión og trúgvin upp á tað ógjørliga var mest sum altavgerandi, hevur tað verið DBU-skúlin, sum hevur stýrt. Allan Simonsen, Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen hava eisini hvør í sínum lagi lagt virðismiklar hornasteinar eftir sær, og stóra takið er nú at laga føroyska fótbóltsvarðan hægri.
Tí er ikki óhugsandi, at niðurstøðan hjá starvsnevndini verður, at hetta gerst best við einum manni, ið nýtir sama arbeiðslag sum undangongumenninir, og fellur valið á danska skúlan, er fáir betur skikkaðir kandidatar enn Flemming Serritslev.
Mentanarliga er talan neyvan heldur um tí heilt stóru broytingina, og málsliga er trupulleikin eingin, um talan verður um danan. Sum við bara sjey starvssetanum í 27 ár eisini hevur víst seg sum ein óvanliga støðug arbeiðsmegi í einum heimi, ið annars er eyðkendur av stórari og skjótari útskifting.
Bretskur íblástur
Samstundis sum miðvísa arbeiðið á økinum verður róst, eru eisini atfinningar um, at føroyski fótbóltsskúlin av tí sama er vorðin ov stereotypur. At mest sum allir venjararnir eru uppaldir í sama skúla, og at fjølbroytnið innan fótbóltsáskoðanina tí hevur verið ov lítið.
Omanfyristandandi útsøgnin hjá Una Arge skal eisini síggjast í ljósinum av hesum. Og hóast danski fótbóltsskúlin hevur fingið nógvar rósur, so er tað í dag nakað nógv longur millum stóru stjørnurnar í Danmark, enn tað hevur verið. Nakað sum atfinningarsamar røddir hava tengt saman við trygga danska mentalitetinum. Ein mentalitetur, sum sambært núverandi donskum U-venjarum hevur verið við til at skapa eina vatt-mentan, har spælarar verða ballaðir inn, og har einsrættanin í uppalingini er ov stór.
Bretskur fótbóltur hevur – eisini áðrenn sjónvarpstíðina – staðið ovarliga í fótbóltsfatanini hjá føroyingum, og tí er einki ónáttúrligt í, um íblástur verður læntur haðani. Og hóast talan ikki er um eitt av teimum heilt stóru venjaranøvnunum, sum helst høvdu kravt meira enn heila fíggjarætlan hjá FSF, so er Colin Calderwood eitt sera spennandi venjaranavn.
Uppvenjingin sum manager í minni feløgum, er einki óvanlig fyri enskarar venjarar. Og tað telur rætta vegin, at hann í tveimum smáum feløgum støðugt hevur verið noyddur at taka atlit til neyðturvuleikan í at menna egið tilfeingið. Eitt arbeiði sum hann eisini hevði ábyrgdina av í Tottenham.
Og sum eitt “navn” í enska fótbóltsheiminum hevur hann eisini tann fyrimun, at hann kann medvirka til at læta dyrnar enn meira upp hjá evnaríkum føroyskum spælarum. Og júst menningin av hesum er ein av aðaltættunum hjá einum komandi landsliðsvenjara.
Og so skerst ikki burtur, at skotski hugburðurin í mangar mátar líkist tí føroyska. Tí hóast tað altíð ber til at fáa íblástur frá fólkum við aðrari uppaling, so verður sjáldan tikið so serstakliga væl ímóti hesum, um mentanarsjokkið er ov stórt, tá arbeiðið fer ígongd.
Staðfestir forarbeiðið
Millum teir báðar sterku mótstøðumenninar tykist Luka Kostic ikki at hava heilt somu slagkraftina. Men tað kemst ikki av, at íslendskt nationaliseraði serbin ikki hevur tær dygdir, sum FSF hevur kravt í síni vangamynd.
Sum spælari varð hann fyrsti útlendingur, sum varð kosin ársins spælari í Íslandi. Og sum venjari hevur hann í fleiri ár verið mettur sum ein tann fremstu hjá grannum okkara fyri vestan. Og sum partur av íslendska landsliðstoyminum hevur hann verið við til at skapt framúr úrslit. Ikki minst, tá Ísland sum einasta norðurland var partur av EM-endaspælinum fyri U17-landslið í 2007.
Sambært okkara keldum verður hann lýstur sum “ekstremt ambitiøsur”, og hetta samantvinna við teirri sannroynd, at Ísland eins og Føroyar er ein sera lítil tjóð í altjóða høpi ger helst, at Kostic hevur nakrar royndir, sum hinir báðir ikki hava. Vansin er tó, at hann ikki á sama hátt er eitt navn í hvørki altjóða ella donskum høpi, og tí tykist hansara kandidatur veikari enn tað hjá hinum báðum.
Hvønn vegin valið koppar, verður tó ikki avgjørt fyrr enn í morgin. Men líkamikið hvør av teimum trimum verður fremstur í kapprenningini, so er talan um trý serstakliga áhugaverd nøvn. Trý nøvn, sum staðfesta, at, at fótarbeiðið hjá FSF í venjarasetanini hevur verið framúr væl úr hondum greitt.