Størsta einstaka fótbóltskappingin í Føroyum nakrantíð

Størsta einstaka fótbóltskappingin í Føroyum nakrantíð varð í Marghøllini í Vági í hósdagin, har fleiri enn 700 børn og ung vóru komin at spæla finaluna í Skúlafótbólti 2018/2019 – og fleiri enn 1.000 fólk vóru komin saman í Marghøllini.

Smyril sigldi á Vág hósdagin, har tey 6-700 børn og ung og vaksin fóru í land inni á Oyrunum í Vági. Síðani fór gongan ímóti Marghøllini, har finaludagurin í Skúlafótbólti var á skrá.

Øll liðini marsjeraðu inn í Marghøllina í aldursrøð og stillaðu upp til byrjunarhátíðarhaldið. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, bjóðaði vælkomin og síðani sang Ingi Poulsen nakrar sangir, áðrenn finalurnar byrjaðu.

- Uttan góðar stuðlar, har BankNordik hevur verið høvuðsstuðul, og Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommuna eisini hava stuðlað, og uttan Strandfaraskip Landsins og bygdaleiðir í Suðuroy, sum hava verið framúr góðir samstarvsfelagir, Uttan tøll, sum hava tikið eina hond í og hjálpt til í samband við Skúlafótbólt, og uttan øll tykkum rundanum FC Suðuroy, so bar ikki til at skipa fyri Skúlafótbólti – og als ikki fyri finaludegnum í Skúlafótbólti., siga fyrireikararnir

Kapping í skúlafótbólti verður ætlandi aftur í heyst

Hópur av myndum eru at finna á Facebooksíðuni Skúlafótbóltur.