Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2008 javnvigar við 742,4 mió., mkrónur, og tað er met Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2008 varð samtykt í gjár. Hon javnvigar við 742.449.000 krónum. Íløgurnar verða góðar 251 milliónir krónur, og skattaprosentið verður 19,75 prosent, ið er tað sama sum í ár.
Íløgur á fólkaskúlaøkinum standa rættiliga ovarlaga á raðfestingarlistanum, men eisini aðrar verkætlanir so sum útstykkingar á Karla Magnusarbreyt skulu í gongd komandi ár. Sum støðan er í dag sleppur Tórshavnar kommuna undan at taka lán til at fíggja íløgurnar, sum standa fyri framman.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur í tíðindaskrivi, at allar verkætlaninar kunnu ikki gerast við teirri ferð, sum kommuna helst vildi, tí trot er á arbeiðsorku.