Størsta íløga vit nakrantíð hava gjørt

Nú fer Kommunustýrið í Sunda kommunu at taka stórt lán, men kommunan er væl fyri kortini

Næsta ár fara tey í Sunda kommun undir størsta fíggjarliga takið í søguni hjá kommununi.

 

Og tað fer at merkja virksemið í kommununi hesi næstu árini.

 

Næsta ár fara tey nevniliga undir arbeiðið at byggja ein nýggjan, nýmótans skúla við Streymin, og hesi næstu trý árini, frá 2017 til 2019 skal kommunan tilsamans brúka 85 milliónir til endamálið, men tá er innbúgv, ítróttarhøll og uttanumøkið, við.

 

Nú er kommunustýrið í Sunda Kommuna í ferð við at fyrireika fíggjarætlanina fyri næsta ár, og í hesum sambandi sigur Heðin Zacariasen, borgarstjóri, at ætlanin er at fíggja skúlabyggingina við lántøku og við vanliga rakstrinum hjá kommununi.

 

Men kommunan er væl fyri og borgarstjórin sigur, at hetta fer ikki at elva til trupulleikar í kommununi.

 

Kommunan skyldar 13 milliónir, og næsta ár er ætlanin at rinda 6,3 milliónir í avdráttum, og tað sama er ætlanin at rinda í 2017.

 

Heðin Zachariasen sigur, at kommunan ætlar at læna í mesta lagi 65 milliónir til skúlan, og restin skal fíggjast yvir raksturin.

 

Hinvegin fær kommunan tætt upp ímóti 70 milliónir í inntøkum av skatti um árið, og sostatt kunnu 65 milliónir takast í láni uttan trupulleikar.

 

Men Heðin Zachariasen sigur eisini, at tað mesta av skúlan skal fíggjast í 2017 og 2018, og so verður hann gjørdur liðugur í 2019.

 

- Vit hava lagt eina ætlan, sum sigur, at skúlan skal verða rindaður aftur eftir átta árum, sigur Heðin Zachariasen.

 

Næsta ár ætlar kommunan annars at gera íløgur fyri 8,4 milliónir, umframt at 3,5 milliónir skulu brúkar til ábøtur á havnarlagið í Haldarsvík, sum verður gjørdar eftir avtalu við alivirkið, Marine Harvest.

 

Sum vit lósu her á www.in.fo klokkan 19 í gjárkvøldið, er eisini ætlanin at gera tað bíligari at hava børn í ansing í Sunda Kommunu.

 

 

Les eisini: Bìligari at eiga børn í Sundalagnum

 

 

- Umframt at byggja ein nýmótans skúla, leggja vit stóran dent á at lívga um barnafamiljurnar, sigur borgarstjórin.

 

Tí fara tey helst at varðveita sama skattaprosent næsta ár, sum í ár, nevniliga 21,5 prosent, og sama barnafrádrátt sum í ár, nevniliga 5000 krónur.

 

Nú skal fíggjarætlanin viðgerast tvær ferðir, áðrenn hon verður endaliga samtykt.