Tá ið stýrimaðurin hevur loyst skiparin av á brúnni, hevur hesin alla ábyrd av skipi, manning og ferðafólki, Tí krevst at stýrimaður kann og skal taka á seg somu ábyrd sum skiparin. Í øllum smáum reiðaríum er tí vanligt og náttúrligt at gjørd verður ein framflyting av yvirmonnum. Royndir er mannagongdin. Tað er bara í stórum reiðaríum sum t.d. Mærsk, har ein so og so stórur blokkur er av kapteinum, at hesir flyta millum størvini.
Tá ið gingið verður uttanum stýrimennninar á Smyrli, at taka við sum skiparar eftir teir, ið leggja frá sær, kemur tú ikki til aðra niðurstøðu, enn, at: framferðarhátturin hjá fyrrverandi og núverandi stjóra á SSL, er ein diskvalisering av verandi stýrimonnum. Grundað á royndir teirra og at teir hava søkt, er eingin omanfyri ella við síðuna av teimum - teir er bestu boðini uppá skiparar har umborð.
Illveður av landsynningi og mysing er ikki eitt óheld men ein verðuleiki. Her krevst skil, ikki minst, tá ið dekkið er fult av bilum og trailarum. Siglingarleiðin millum Glyvursnes og Frobiarnýpuna kann mangan vera buldraslig og als ikki vandaleys. Talan er um tríggjar streymharðar firðir, ið renna saman. Her krevjast drúgvar royndir. Tí er ta mær ein gáta, hví farið verður eftir útisiglarum fram um okkara egnu stýrimenn. Mær vitandi hava nógvir av útisiglarunum ongantíð sjálvir lagt skip at bryggju. Tað eru sleipibátar, sum toga tey til kei.
Framferðin við stýrimonnunum á Smyrli má tí sigast vera vánaligasta handfaring í gjørd er í áralongu siglingarsøgu Føroya. Tað skuldi avgjørt verið krav, at stjórar á einum skipsreiðaríi hava kunnleika til havið, men her tykir mær, at hønan er set á básin og kúgvin á vaglið
Innlit má og skal fáast í eitt slíkt mál, eitt mál, ið kostað hevur størv. Torir eingin at lata málið uppaftur? Partísku fjølmiðlarnir í Havn fingu blóð á tonna, tá ið teir sóu møguleikan at fáa ein landsstýrismann í guillotinina hjá løgmanni sum straff fyri, at hann flutti ein stovn út um Havnina, og teir góvust ikki, fyrr enn málið var nátt. So teir hava fingið tað burtur úr, sum teir vildu. Men tað mátti verið onkur annar, serstakliga í hesum lyftisríku døgum, nú menn - og ikki minst kvinnur, siga seg skulla til at rudda upp í samfelagnum.
Undirritaði hevur áður biðið um eina reiðiliga frágreiðing frá leiðsluni á SSL, hví stýrimenninir ikki fingu størvini. Er tað tí teir hava ikki førleika at vera skiparar? Um so er, so hava teir heldur ikki førleika at vera stýrimenn. Tí eigur at vera sagt við teir, sum skiparin segði við stýrimannin: so mugu vit fara at leita okkum eftir nýggjum stýrimonnum.
Ella?