Størsta sjokkið síðani Landskrona!

Størsta føroyska sensatiónin í fótbólti, síðani tiltikna og heimskenda 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona 12. september í 1990, hevur í kvøld verið á ovara vølli í Gundadali. Í U21 undankappingardysti hava Føroyar vunnið 1-0 á Russlandi!

Føroyska málið varð skorað, tá ið 58 sekund vóru farin. Johan Ellingsgaard legði inn fyri úr høgru, og um brotssparksblettin drønstútaði Jóan Símun Edmundsson bóltin dygst inn undir tvørtræið í mótsatta síðu av málinum.

Føroyska avrikið var framúr. Russarar høvdu bóltin meiri, og gestirnir áttu onkrar upplagdar møguleikar. Men teir vóru ikki nóg neyvir. Í trimum førum bjargaði Jóan Pauli Dahl Jakobsen sera væl, og tvær ferðir høvdu teir bóltin á tvørtrænum.

Føroyski hugburðurin var framúr. Liðavrikið var fínt, allir ofraðu seg fullkomuliga, og tilvitanin um at bjóða av í fótbóltsspæli var ógvuliga stór.

Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen og Christian R. Mouritsen vóru framúr á sentrala miðvøllinum, verjan var sum bergið, Páll Klettskarð arbeiddi yvir evni sum fremsti maður, síðuspælararnir vóru fínir, og Jóan Pauli var sannur brandur millum stólparnar.

? Hetta var fantastiskt. Allir ofraðu seg, keturnar hingu væl saman, og eg vil ikki taka nakran framum aðrar, tí hetta var eitt framúr liðavrik, segði annar av venjarunum, Heðin Askham, tá ið norðurírski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

 

Føroyar: Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Pætur T. Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Jóhannes Justinussen, Erling Jacobsen ? Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen (Odmar Færø, 80.) ? Jóhan Ellingsgaard (Jann Martin Mortesen, 74.), Christian Restorff Mouritsen, Jóan Símun Edmundsson ? Páll Klettskarð (Øssur Dalbúð, 90.)