Størsta trauma í lívinum

Anna Maria Joensen er kedd, vónbrotin og ørkymlað. Hon hevur seinastu fýra árini verið vitni til tað, sum hon rópar sítt lívs trauma. Í mai í ár, eftir drúgva og pínufulla sjúkralegu, andaðist mamma hennara, ið vit kendu sum Hanna í Joto. Tá hevði Anna Maria, sum avvarðandi at mammuni, havt góða tíð til at eygleiða og at gera niðurstøður um Landssjúkrahúsið.


Tilvildarlig og vantandi kunning, ótíðarhóskandi journalskipan og óvilji til dialog eru størstu veikleikarnir fyri brúkararnar á Landssjúkrahúsinum, sigur Anna Maria Joensen. Sum avvarðandi var hon brúkari av sjúkrahúsverkinum í fýra ár, tá mamman gjørdist kroniskt sjúk og doyði.
- Allar størstu trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum, soleiðis sum eg upplivdi tað tey fýra árini eg fylgdi vid sjúkuni hjá mammu, tá hon var innløgd, var í fyrsta lagi, at tey ræðast kritikk og fokusera bara uppá seg sjálvi, meðan støðan hjá brúkarunum kemur í aðru røð. Harumframt var tað skakandi at uppliva, hvussu ósmidlig og ótíðarhóskandi eitt nú journalskipanin og skrásetingin sum heild er, sigur ein ikki sørt opinskárað og hvassorðað Anna Maria Joensen. Fyri hálvum øðrum ári síðani flutti hon heim aftur til Føroyar eftir mong ár í útlegd, millum annað fyri at vera saman við mammuni síðstu tíðina.
 
Ótíðarhóskandi journalskipan
- Heilt erligt  vit liva í 2006, og enn hava tey ikki fingið eina teldutøka journalskipan upp at koyra í heimsins minsta heilsuverkið, staðfestir Anna Maria ilsliga. Og hon vísir á, at av tí at mamman var kroniskt sjúk í lungunum, var hon seinastu árini inni og úti av sjúkrahúsinum við jøvnum millumbilum. Tá undraði tað mangan Onnu Mariu, at ongin í sjúkrahúsmóttøkuni  G1 kendi mammuna ella støðu hennara, tí, sum hon tekur til, journalin lá í einum dunga hjá einum skrivara, sum skuldi senda avrit frá seinastu innlegging til kommunulæknan, ella journalin var innilæst í einum skrivarabúrið, og skrivari og lykil vóru ikki atkomulig, tí vikuskifti var.
- Tað gongur næstan fyri seg við blekki og penni, brævbjálva og frímerkjum. Og tá tey veruliga svinga seg upp, so tendra tey skrivimaskinuna, fyri at hakka eitt bræv av til kommunulæknan og leggja eitt avrit av lepanum inn í journalina - nakað sum fullkomiliga ónøktandi í einum framkomnum samfelagi og serliga vandamikið fyri sjúklingar, sum eru kroniskt sjúki..
 
Kendi seg fremmandagjørda
Og Anna Maria lýsir, hvussu mamman, sum fekk nógv ymisk sløg av heilivági og harumframt var plága av sjúkuni, kendi tað, tá hon var innløgd.
- Onki menniskja kann ímynda sær, hvussu ørkymlaða, ótrygga og fremmandagjørda mamma kendi seg, tá hon fyri tjúgundu ferð skuldi greiða starvsfólkunum frá støðu sínari: navn, sjúkusøgu og heilivági, sigur hon. Og hon vísir á, hvat hendir, tá tey avvarðandi seta seg í samband við læknavaktina, sum sjálvsagt heldur ikki hevði atgongd til sjúkusøguna hjá mammuni.
 - Um tú ert kroniskt sjúk, er tað beinleiðis lívshættisligt at gerast sjúk um vikuskifti, tí so byrjar alt av nýggjum aftur. Tá tú setir teg í samband við læknavaktina, er bara um at halda tunguni beint í munninum og so annars at minnast heitið á heilivági og alla sjúkusøguna, tí læknavaktin hevur ikki atgongd til journal ella upplýsingar annars. Tá er upp til okkum avvarðandi at halda skil á pappírum, reseptum og søguni sum heild, og tað er skjótt, at læknavaktin ger skeivar niðurstøður, tá talan er um kroniska, fløkta og fleirtættaða sjúkralegu, sigur Anna Maria, sum heldur tað verða átrokandi fram um alt, at fáa eina hóskandi teldutøka journalskipan, har allar eindir á heilsuverkinum kunnu samskifta lætt og lýtaleyst.
- Í øllum grannalondunum hava tey megnað at fáa til vega tryggar og hóskandi telduskipanir. Tí skilji eg als ikki, hví tað skal taka so langa tíð her hjá okkum, og hví vit enn einaferð góðtaka at vera eftirbátar, sigur Anna Maria, sum hevur fylgt gongdini við teldutøku journalskipanini, sum hevur verið áleiðis í fleiri ár.
 
Tilvildin ræður
Í øðrum londum arbeiða tey við akkreditering, sum er ein góðskustýringarskipan, sum skal tryggja, at ymisk góðskukrøv verða fylgd og eftirlíkað. Eitt nú verða ávís krøv sett til kunning og skráseting av viðgerð, og at tað er upp til sjúkrahúsið at taka stig til at kunna sjúklingar og avvarðandi.
- Á medisinku deildini mamma lá, vórða fólk illa við, tá vit  bóðu um kunning, sum skuldi vera fakliga grundað. Aðrastaðni, har akkreditering er eitt krav og  mannagongdir og avgerðir verða skrivliga grundgivnar og frágreiddar fyri sjúklinginum og teirra avvarðandi, gongur tað eisini ødrvísi. Eitt nú fingu vit ongantíð eina fakliga grundgeving fyri, hví lívsneyðugir og tó vandamikil heilivágur ikki skuldi regulerast, hóast vit vistu, at aðrastaðni regulerar mann leypandi slíkan vandamiklan heilivág. Soleiðis kom ótryggleikin og kenslan av at vera eitt objekt inn í myndina, og prógvaði bara enn einaferð, at valdsbýtið millum læknar, sjúkrasystrar og brúkarar er hárreisandi.
Og Anna Maria fýlist eisini á, at mamman ongantíð fekk eitt sokallað útskrivingarbræv við heim í taskuni heilt automatisk, sum lívsneyðuga kunning til ikki-kunnaðar læknar, tá hon varð útskrivað av sjúkrahúsinum.Í einum slíkum skrivi verður leysliga greitt frá tí, sum farið er fram undir innleggingini, og sjúklingurin kann lesa tað ella vísa tað fyri øðrum læknum ella sjúkrastarvsfólki, um tað gerst neyðugt, eitt nú um viðkomandi verður innlagdur aftur, áðrenn journalin frá seinast er skrivað.
- Tá hevði, um ikki annað, borið til hjá okkum at varðveitt yvirblikkið yvir seinastu avgerðirnar og viðgerðirnar, tí eyðsæð var, at á Landssjúkrahúsinum var eingin, sum hevði yvirblikk yvir heldur fløkjasligu sjúkrasøguni hjá mammu, sigur Anna Maria.
Og hon lýsir, ta einu ferðina, tá mamman varð inn innløgd fyri lungnabruna á medisinskari deild. Tá kom enn einaferð til sjóndar, hvussu lítið samskifti og samband var millum ymsu eindirnar. Tí, hóast mamman var innløgd vegna lungnabruna á medisinskari deild, gjørdi hon upp í saman vart við, at hon eisini hevði sera ilt í búkinum. Men boðini til hennara vóru, at tað bar ikki til at kanna hana ella vísa hana til kirurgiska deild, tá hon nú var innløgd við lungnabruna. Hon varð útskrivað uttan at verða kannað, tó við ávísing til ambulanta kanning 3 mánaðir. Stutta tíð eftir, at hon var heimkomin, brast tjúkktarmurin.. Aftur verður hon innløgd, hesaferð akutt, og tjúkktarmurin verður lagdur út.
- Og hetta er bara eitt dømi av mongum um, í fyrsta lagi, hvussu vánaligt samskiftið er millum eindirnar, umframt at mamma sum sjúklingur ikki varð tikin fyri fult, tá hon gjørdi vart við seg, staðfestir Anna Maria, sum sigur seg vera fullgreiða um, at tað ikki er lætt at vera starvsfólk á einum stórum stovni, har so lítið skil er á, og har mannagongdirnar kundu verið so nógv smidligari.
 
Saknar aktiva kunning
Øll árini saknaði Anna Maria, at onkur í skipanini aktivt tók stig til at kunning, bæði til mammuna sjálva og til familjuna.
- Tá sjúklingar og avvarðandi kenna seg ótrygg, so botnar tað bæði í vantandi kunning um verandi og framtíðar heilsustøðu, og í at ongin tekur stig til at kunna, eitt nú við familjusamrøðum, sigur hon. Og hon fýlist á, at kunningin sum oftast fór fram tilvildarliga undir stovugongd, alt eftir hvør lækni hevði vakt á deildini. Summir yvirlæknar loyva sær at frávelja kunning og geva hesa uppgávu til sjúkrasystrarnar, sum fakliga ikki kunnu  standa inni fyri viðgerðarhættum og líknandi.
- Til stovugongd hevur sjúklingurin bara at spíla oyrini út, um viðkomandi ikki hevur ein veruliga ágangandi bólk av avvarðandi, sum gongur aftaná læknunum, tekur teir til viks og spyr og spyr, fyri at fáa nakað at vita. Starvsfólk kunnu ganga í einum stórum boga uttan um okkum, og ikki síggja okkum í eyguni, og vit kunnu onki gera við tað. Hetta er tað fullkomna maktarloysi! Tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu kenna okkum illa, tá  vit spyrja um sjúklingastøðuna. Heldur áttu vit at verið tikin við, tí tað gevur tryggleika og álit, sigur Anna Maria, sum inniliga heitir á Landssjúkrahúsið, um at taka stig til at læra seg at kunna sjúklingar og avvarðandi rætt og aktivt.
 
Óvilji til dialog
Um kritikkin, sum hevur verið á Landssjúkrahúsið seinastu tíðini, sigur Anna Maria tað vera symtomatiskt, at kritikkurin frá sjúklingum verður varpaður í miðlunum undir dulnevni.
- Hetta kemst sjálvsagt av, at tey frykta avleiðingarnar, og sigur hetta so ómetaliga nógv um demokratisku tilgongdina og fatanina í eini skipan, har sjúklingar og avvarðandi verða útihýst frá at verða hoyrd og at vera opponentar, vil Anna Maria vera við. Spurd, um tað ikki er gott, at skipað verður fyri nøgdsemiskanningum nú, sigur Anna Maria, at nøgdsemiskanningar siga onki um tann tørv, sum sjúklingar hava fyri at kenna seg væl, virdar og tryggar heilt grundleggjandi .
- Spurningar um maturin smakkaði væl og um songin var góð sigur ikki nakað um teir menniskjaligu faktorarnar, so sum persónligt innlit og virðing.
 
 
--
 
Anna Maria Joensen er dóttir Honnu Joensen, sum doyði av K.O.L. í mai mánaði í ár. Til endans metti mamman sjálv støðuna somikið groteska, at hon fleiri ferðir heitti á tey avvarðandi um at senda boð eftir einum sjónavarpsliði, at fáa tey at gera eina dokumentarsending um endan á lívinum, sæddan av eini deild á Landssjúkrahúsinum, og til endans, úr eini song á røktardeildini.
- Men tað orkaði eg ikki, tí eg vildi ikki hava onnur at eygleiða sorg okkara, sigur Anna Maria.
 
--