Seinnapartin sunnudagin verður fótbóltsárið av álvara skotið í gongd, tá føroyameistararnir í HB og steypavinnararnir í Víkingi hittast í Gundadali til ársins Stórsteypadyst, ið samstundis er til frama fyri vælgerandi endamál
Hetta er fjórða árið á rað, at Lions Club í Føroyum saman við Fótbóltssambandi Føroya skipar fyri Stórsteypadysti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri.
Dysturin, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali sunnudagin klokkan 15, verður millum HB, sum er føroyameistari, og Víking, sum er steypavinnari, og vinnarin sunnudagin fær stóra Lions-steypið í varðveitslu komandi árið.
HB hevur havt steypið hetta síðsta árið, tí liðið í fjør vann 3-1 á EB/Streymi, sum eisini var við í 2008, tá tað tó gjørdist til eitt 0-4 tap fyri NSÍ. Í fyrsta stórsteypadystinum, sum var í 2007, vann B36 á HB eftir brotssparkskapping, sum mátti til, tí tað eftir teir 90 minuttirnar stóð á jøvnum 1-1.
Til gott endamál
Sum vanligt, fer ágóðin frá dystinum til vælgerandi endamál, og hesa ferð hevur Lions Club gjørt av, at pengarnir skulu fara til felagsskapin KRIS, sum veitir teimum hjálp og vegleiðing, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Undanfarnu árini er ágóðin frá Stórsteypadystinum farin til verkætlanina »Tú hevur rætt« hjá Barnabata, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn og ungdómsdeildina hjá Føroya Barnaheimi.
Atgongumerkjaprísurin er tann vanligi, 70 krónur, men fólk eru vælkomin at lata meira, um tey hava hug at stuðla endamálinum. Í hálvleikinum og eftir dystin er møguleiki fyri at fáa ein kaffimunn í FSF-húsinum.
Fyrireikingarnar av Stórsteypadystinum eru býttar soleiðis, at Fótbóltssamband Føroya tekur sær av tí fótbóltsliga, og Lions Club í Føroyum skipar so fyri øllum hinum, sum er rundan um dystin.