Størsti lygnari av øllum

Lance Armstrong sólaði sær í sigrum og gullheiðursmerkjum, men noyddist nú at viðganga, at alt var ein stór lygn: Í áravís var hann dopaður og svikaði seg tí til sigrarnar. Á leiðini hevur hann svínað bæði vinir og starvsfelagar so til, at nógv av opnu sárunum í kjalarvørrinum á heimsins størsta ítróttarlygnara ongantíð lekjast.

Fríggjanáttina og leygarnáttina hevði amerikanska talkshow-drotningin, Oprah Winfrey, eitt tað størsta súkklunavnið nakrantíð, Lance Armstrong, sum gest í sínum nýstovnaða sjónvarpsfelag, Oprah Winfrey Network, OWN, ið annars hevði fingið eina ringast hugsandi byrjanina, men við Armstrong sum skriftandi gesti fekk eina nýggja byrjan og ógvuliga góða andadráttarhjálp.

Øll vistu frammanundan, at skuldi henda samrøð hava nakað sum helst virði, so mátti Armstrong krúpa til krossin og viðganga, at hann øll árini við doping svikaði seg til sjey sigrar í Tour de France-kappingini og øðrum við, tí um hann enn einaferð avnoktaði alt, var hetta einki vert. Og hann viðgekk eisini eina rúgvu, men segði í grundini øgiliga lítið.

Spurdur, um hann hevði dopað seg árini frá 1999 til 2005, tá hann vann sínar skjey fronsku sigrar á rað, svaraði Lance Armstrong játtandi, men burtursæð frá tí, so virkaði hann ikki stórvegis erligur ella iðrandi um alt tað, hann hevur snýtt og svikað sum ítróttarmaður. Tvørturímóti viðgekk hann, at hann angraði, at hann aftur í 2009 og 2010 koyrdi Tour de France, tí hevði hann ikki gjørt tað, segði hann, at hann neyvan hevði verið avdúkaður ella verið noyddur at viðgingið dopingsvik sítt.

Vorðið sum ítróttarmaður, ið fekk túsundtals fjepparar at lippa av samkenslu, tí hann jú hevði havt sítt krabbamein at dragast við, men hevði bart seg aftur til lívið og síðani vunnið størstu sigrar, ið vinnast kunnu í altjóða súkkling. Ein dupultmoralur uttan líka, og í søguni hevur valla nakar einstakur ítróttarmaður verið so stórur lygnari sum Lance Armstrong.

Spilti vinirnar út

Fleiri ferðir hevur verið um reppið, at Armstrong hevur mist fótafestið og er blivin avdúkaður, men hann hevur hvørja ferð gjørt nógv burturúr at svína tey til, ið hava sagt, at hann ikki var so reinur, sum hann lætst, men var líka so dopaður sum nakar annar. Súkklingin hevur líkasum sett standardin fyri, hvat er besta dopingin, ið er torførast at avdúka, og Lance Armstrong hevur verið í fremstu røð á júst hesum øki.

Liðfelagin hjá US Postal, Floyd Landis, var ein hin fyrsti súkklarin, ið vildi vera við, at Armstrong dopaði seg, men hann var nóg illa liðugur at siga frá hesum, so hevði hann fingið eina lortaspann niður yvir seg, tá Armstrong fegin fortaldi øllum, hvussu sjúkligur og sálarliga illa fyri Landis var.

Og so var tað Betsy Andreu, kona ein annan starvsfelaga, hjá Armstrong, Frankie Andreu, sum undir eiði fortaldi, at Lance Armstrong hevði brúkt doping. Hetta kundi hon fortelja, tí hon var sjálv við Armstrong á einum sjúkrahúsi, tá hann krabbameinssjúkur á heysti í 1996 viðgekk fyri tveimum læknum, ið sjálvandi høvdu tagnarskyldu, at hann hevði brúkt anabol steroid, vakstrarhormon, EPO, kortison og testosteron.
Sum altíð, noktaði Armstrong og vísti øllum skuldsetingunum aftur, meðan hann kallaði Betsy Andreu eina »svaka kelling«, umframt at hann seinni tveitti mann hennara av liðnum – helst, tí hann ikki vildi dopa seg. Nú skal Armstrong so hava roynt at biðið um umbering, men í samrøðuni við Oprah Winfrey sást lítil til, at hann veruliga legði so nógv í tað, hóast Betsy og Franki Andreu høvdu verið millum hansara bestu vinfólk og hollastu stuðlar, tá hann var sjúkur.

Hevur gott av tí

Fyrrverandi vøddamýkjarin hjá Armstrong, Emma O’Reilly, telist millum teirra, ið longu langt síðani hevur roynt at víst á, at hann als ikki var so reinur og ósekur, sum hann ferð eftir ferð royndi at billa øllum inn. Hennara illgruni vaknaði, tá Armstrong á sumri í 1998 bað hana beina fyri einum posa við sproytum, sum ikki máttu finnast nærhendis kamari hansara á gistingarhúsinum, har liðið búði.

Tá hon kom fram við hesi søguni og annars fortaldi um, hvussu Armstrong dopaði seg, fekk eisini hon alt aftur í gráum kálvsskinni, tá hann dúgliga fortaldi fyri øllum heimsins fjølmiðlum, at eingin orsøk var til at trúgva einari »alkoholiseraðari horu«.

Mong onnur dømi eru um tey, ið hava staðið Lance Armstrong nær og hava arbeitt tætt saman við honum, men sum fingu hansara døkkaru síðu og skitna atburð at kenna, tá tey valdu at stíga fram og siga sannleikan um, hvussu »heimsins bestu súkklari« bar seg at og vann sínar sigrar.

– Eg hevði tað ikki gott, tá hesi fólkini komu fram við sínum skuldsetingum, tí hetta vóru hóttanir ímóti liðnum og ímóti mínum góða rykti, so eg hevði einki annað at gera, enn at leypa á, sigur Armstrong nú, uttan annars at virka so øgiliga tyngdur av, at hann hvørja ferð brendi brúgvar og særdi menniskju, ið høvdu staðið honum við lið og høvdu ofrað seg fyri hansara skyld.

Hvørja ferð, onkur fjølmiðil dittaði sær at bera fram tíðindini um, at Lance Armstrong hevði brúkt doping, ella læt onkran annan bera fram henda boðskap, vóru sakførararnir hjá Armstrong skjótir úti við stevningum og sakarmálum. Og hvørja ferð Armstrong og hansara herur fingu viðhald í rættinum, staðfesti hetta følsku myndina av honum sum reinum og rættskafnum ítróttarmanni.

Men tá amerikanska dopingeftirlitið, Usada, í heyst almannakunngjørdi eina túsund síðu drúgva frágreiðing við hópin av prógvum, vitnifrágreiðingum og øðrum fellandi tilfari, skiltist á øllum brøgdum, at hetta kundi bara vera byrjanin til endan. Henda frágreiðing elvdi so eisini til, at Lance Armstrong eftir stuttari tíð – við einum pennastroki fyri og øðrum eftir – misti stórt sæð allar týðandi sigrar, hann annars hevði vunnið gjøgnum árini.

Tann størsti lygnarin

Í áravís hava dopingsøgurnar hinvegin verið so nógvar, at tað bar ikki til hjá Lance Armstrong at billa øllum inn meira, at hann veruliga var tann einasti á ovastu rók, ið var reinur og ósekur, tá vit nú í mong ár hava sæð, at allar stjørnurnar millum heimsins fremstu súkklarar hava brúkt doping. Og tá vit tosa um mannin, sum altso vann Tour de France sjey ferðir á rað, var tað bara ein spurningur um tíð, til alt kom fram í ljósið.

Afturfyri noyðist Armstrong í dag helst at liva við, at hann er ein hin mest hataði maðurin í samlaða ítróttarheiminum, og tað kemst fyrst og fremst av, at hansara søga er so ótrúlig. Hann kom fyri seg eftir krabbameinið, og umframt at súkkla og vinna stórar kappingar, setti hann á stovn vælgerandi felagsskapin, Livestrong, sum bleiv ein margmilliónafyritøka, ið hevur hjálpt krabbasjúklingum.
Hetta glæstribílætið fór í knús, nú hann sum gestur hjá Oprah Winfrey valdi at leggja nøkur av sínum kortum á borðið. Har var nógv, ið hann einki valdi at siga um, men sum rætt er, heldur hann óivað, at frægast er sjálvur at koma fram við einum parti av søguni, tí tað kanska tekur broddin av tí, ið annars hevði verið væntandi.

Alt tað, sum nú er komið fram og kemur fram, avdúkar tí bara ein persón, ið ikki hevur frægari uppiborið, enn at øll hansara skitnu klæði verða hongd út á snór og víst øllum. Hann stendur til at missa millum nógvar hundraðtals milliónir og helst milliardir av krónum, nú sannleikin langt um leingi er komin á borðið, men fyri at fáa ilt av honum nú, krevst óivað, at ein er bæði býttur og blindur, tí hetta er alt tað bera svik, og tí liggur Armstrong nú, sum hann sjálvur hevur reitt.

Eftir stendur hann við einum dálkaðum eftirmæli og er kanska klárari enn nakrantíð í lívinum ein greiður vinnari, nú tað ráddi um at velja heimsins størsta lygnara í ítróttarsøguni. Og enn bíðar tað ringasta helst, tí tey mongu, ið hava tapt sakarmál ímóti honum, kunnu nú venda kanónunum, umframt at sponsorar og onnur, sum í góðari trúgv blaðaðu við dollarseðlum, fara helst eisini at krevja sítt.