Stórt føstlávintshald í SMS

Leygardagin 5. februar var árliga afturvendandi føstulávintstiltakið í SMS, sum byrjaði kl. 10 um morgunin við undirhaldi og endaði kl. 14, tá vakrastu grýlurnar vórðu kosnar

Undirhald, H.C. Andersen-parada og tunnusláing vóru á Torginum í SMS seinasta leygardag. Talan var um eitt afturvendandi tiltak, sum SMS hevur skipað fyri seinastu árini.

Tiltakið byrjaði kl. 10 við at "Gita & Hannebal" undirhildu, og kl. 11 var H.C. Andersen- parada, sum kanska serliga bergtók tey vaksnu, og kl. 13. var so tunnusláttur fyri børn upp til 13 ár á skránni við luttøku av nógvum vøkrum grýlum.

Tríggir kattakongar vórðu kosnir, ein upp til 7 ára aldur og tveir millum 7 og 13 ár.

Tiltakið endaði kl. 14, tá tríggjar tær vakrastu grýlurnar vórðu kosnar.

Fólk tóku væl undir við tiltakinum, og har vóru nógvar vakrar grýlur, sigur Rógvi Róin marknaðarleiðari í SMS.