Aftur í nátt var stórt fall á virðisbrævamarknaðunum í Asia. Tað sama var í USA Á marknaðinum í Tokyo fall Nikkei-vísitalið umleið 5 prosent í nátt og kom niður á tað lægsta seinastu fjúrtan dagarnar. Samstundis ljóðar, at bankarnir í Japan ætla at selja síni partabrøv.
Í Hongkong og í Suðurkorea var eisini fall á marknaðunum í nátt.
Í USA fall partabrævavirðið eisini munandi í gjárkvøldið og í nátt, eftir at tað frættist, at stjórnin hevur slept ætlanini at keypa vánaliga skuld frá bankunum, men at hon heldur fer at keypa partabrøv í bankunum.
Úrslitið var, at S&P 500-vísitalið fall 5,2 prosent, og at Dow Jones Industrial fall 4,7 prosent.