Stórt felagskirkjuligt tiltak í Runavík

24.-26. februar verður Bylgjan í Runavík karmur um stórt felagskirkjuligt tiltak.

Flestu føroyingar munnu hava hoyrt um TeenStreet – felagskirkjuligu altjóða ungdómsleguna, sum er hvørt summar í Týsklandi. Tað er trúboðarafelagsskapurin OM, sum skipar fyri TeenStreet, og í ár verður legan hildin fyri 25. ferð. Seinastu árini hava uml. 4000 luttakarar verið á leguni, sum er í eina viku og annaðhvørt ár er í Norðurtýsklandi og annaðhvørt í Suðurtýsklandi. Leguluttakararnir eru úr fleiri enn 30 ymiskum londum – flest úr Europa.

Føroyingar hava verið á TeenStreet øll árini og seinastu 2 sumrini hava um 400 føroyingar verið at sæð á týska leguøkinum.

 

- Dagurin á TeenStreet er samansettur av bíbliutíma, andakt, lovsangsløtu, og nógvum ymiskum frítíðarítrívum. Tað eru hjúnini Josh og Debs Walker úr USA, sum hava dagligu bíbliutímarnar á TeenStreet, og í vikuskiftinum eru tað tey bæði, sum eru á vitjan í Føroyum saman við einum íra. Á TeenStreet verður dentur lagdur á, at tað, sum fer fram, er tillagað ungdóminum – td skiftandi innsløg á pallinum, spøl, dansur, góð ljóð- og ljósviðurskifti og harður nútímans tónleikur – soleiðis verður eisini í Bylgjuni, sigur Símun J. Hansen, ið er partur av leiðslutoyminum í TeenStreet Føroyar.