Stórt ferðamannaskip vitjar Havnina

Oriana var millum tey størstu ferðamannaskipini í heiminum í 1995

Í dag vitjar ferðamannaskipið, Oriana, á Havnini í nakrar tímar. Tað legði at klokkan 08:00 í morgun og er komið úr Akureyri í Íslandi.

 

Skipið tekur 1.880 ferðafólk, og manningin telur 794 fólk. 

 

Oriana varð bygt í Týsklandi í 1994 og sigdli fyrstu ferð í 1995. Drotning Elizabeth II hevur doypt nógv skip gjøgnum ár og dag, og Oriana telur millum hesi. 

 

Tá Oriana var nýtt, taldist tað millum tey størstu ferðamannaskipini í heiminum, og tað var tað størsta skipið, sum varð bygt í Týsklandi síðan 1914. Tað er 260 metrar langt og 32,2 metrar breitt.

 

Oriana loysir frá kai í dag klokkan 17:00 og setir kósina móti Greenrock, sum er nærindis Glasgow í Skotlandi.