MENTANARÁLITIÐ
Formaðurin í Listafólkasambandi Føroya kann ikki annað enn fegnast, nú mentunarálitið, Mentan og menning, loksins er komið. At lagt verður upp til betri virkiskor og at skapandi listin fær meiri pengar at arbeiða við.
Listafólkasambandið fær høga raðfesting í álitinum, skrivstovan hjá felagnum skal styrkjast og mennast, og í nógv størri mun enn nú verða ein ráðgevingarmiðstøð fyri listafólk. Skrivstovan fær í dag 250.000 krónur um árið, men álitið mælir til, at upphæddin økist á hvørjum ári til hon í 2006 er góð hálv miljón krónur.
- Tann størsta kollveltingin í mentunarálitinum viðvíkjandi Listafólkasambandinum, er, at skrivstovan hjá felagnum fær so mikið nógvar pengar at ráða yvir, at vit kunnu keypa ta ráðgeving okkum tørvar í løgfrøðiligum, sosialum, fíggjarligum og skattaligum viðurskiftum. Innan hesi viðurskifti kann skrivstovan í dag ikki veita nøktandi ráðgeving, og tí verður tað eitt stórt framstig fyri listafólkini, um skrivstovan hjá felagnum fær ta upphæddina, sum skotið verður upp.
- LISA fer í framtíðini at hava somu arbeiðsuppgávur og virkisøki sum nú, men fer umframt at arbeiða við ymiskum persónligum viðurskiftum hjá listafólkum. Tí fer felagsskapurin meiri at virka sum eitt fakfelag, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.
Dygd og nøgd hvør sítt
Ein av aðalhyrnissteinunum í nýggja álitinum er uppskot um at skipa listøkið við listaráðum, bókmentaráð, tónlistaráð, leiklistaráð og myndlistaráð. Í 2006 skulu myndlistaráðið og bókmentaráðið ráða yvir hálvari mió. krónur og tónlistaráðið og leiklistaráðið yvir ávíkavist 8 mió. krónum og 2,3 mió. krónum. Lagt verður upp til, at hesi ráðini gera nýtslu av skrivstovuni og skrivaranum hjá Listafólkasambandinum.
- Eg haldi ikki, at vit skulu hefta okkum ov nógv við, at nøkur øki fáa meir enn onnur. Tað er ein sannroynd, at summi øki krevja meiri enn onnur. Listafólkasambandið var í byrjanini eitt sindur ivasamt mótvegis øllum ráðunum, sum skulu setast á stovn, men tey eru eftir øllum at døma neyðug, um meginreglan um armslongd skal staðfestast og etisk mørk haldast. Hinvegin haldi eg, at 5-7 limir er alt ov nógv til hvørt ráðið, sigur Oddfríður M. Rasmussen.
Í einum fimm ára skeiði leggur mentunarálitið upp til, at játtanin til skapandi og útinnandi listina í Føroyum verður økt úr 9 mió. krónum til 24 mió. krónur.
- Fær Mentunargrunnur Landsins tær 9 mió. krónur, sum lagt verður upp til, verður hann rímiliga væl fyri. Fólk fara altíð at seta spurnartekin við, hvør fær og ikki fær úr grunninum, sigur Oddfríður M. Rasmussen og sipar til orðaskiftið sum hevur verið um vantandi stuðul til bókaútgávu.
- Ov nógvar bøkur koma út og dygdin í nógvum er alt ov vánalig. Dygd og nøgd eru hvør sítt. Tað kann ikki vera nøkur meining í at oysa bøkur út á marknaðin, sum hvørki eru fuglur ella fiskur. Nógvar bøkur bíða eftir at sleppa út, eg eigi sjálvur eina, men eg haldi ikki, at ein bókaútgáva skal stuðlast 100 prosent.
Spurdur um hann sær nakrar vansar við, at eitt nú bókaútgáva fær meiri pengar, sigur Oddfríður M. Rasmussen.
- Vansin kann vera, at slakað verður við dygdini, men eg rokni við, at ráðini, sum verða stovnað, fara at taka dagar ímillum, hvat er dygdargott og hvat ikki er. Taka vit bókmentaráðið, so síggi eg fyri mær, at fólk, sum hava við bókaútgávu at gera, skrivandi fólk og onnur, fyri fyrstu ferð nakrantíð fara at hava ein dialog um bøkur. Í bløðunum kunnu tey øsa hvønn annan upp um stuðul, starvslønir og annað, men tey hava aldri sitið saman og tosað um viðurskifti, sum hava vit bøkur og bókmentir at gera. Okkum vantar eitt sakligt kjak, ein góðan dialog, tá ið tað snýr seg um alla list, mentunarpolitikk og dygd.
Gongulag
Skal mentunarpolitikkurin, sum verður stungin út í kortið í álitinum, hepnast, er ein neyðug fortreyt, at politikarar finna eitt felags gongulag. Eina ábending um, hvussu gongulagið verður, fáa vit týsdagin, tá ið aðalorðaskifti verður um álitið.
- Politikarar skulu leggja dent á menning. Teir skulu hugsa seg væl um, tí at geva listini karmar, er ein góð íløga, og eg vóni, at teir lesa álitið við opnum sinni. Ein íløga í føroyskan búskap sum alt annað. Her liggur so nógv í, sum kann promovera Føroyar alla staðni. Allar listagreinirnar fáa høvið koma út um landið. Verða ætlanirnar í álitinum framdar í verki, koma vit á eitt nøkulunda altjóða og norðurlendskt støði. Vit sleppa undan at siga, at vit eru 40 ár aftan fyri onnur.
Álitið eigur at fáa breiðan stuðul, heldur Oddfríður.
- Mentunarálitið er vorðið til í neyvum samstarvi millum listafólk og Mentamálastýrið. Eg vildi mett, at álitið eigur at fáa breiða undirtøku, men tá ið tað kemur til mentan í Føroyum tori eg ikki at vænta nakað frammanundan. Eg kann bara vóna.
Listafólkini eru nógv í tali í Føroyum. Í Listafólkasambandinum eru 2000 limir. Nú løgtingsval stendur fyri durum, vónar Oddfríður, at mentan og list fáa gott pláss í valstríðnum.
- Tað er ikki vanligt at egna við mentan í einum valstríði, men nú hava vit eitt álit at tosa út frá, og álitið er realistiskt. Fyrimunurin við, at álitið kemur so seint í einum valskeiði er, at tað kann mynda valstríðið. Hinvegin er vansin tann, at tað verður gloymt eftir vali. Vit hava onga trygd fyri nøkrum, og als ikki innan fyri mentan og list. Listaøkið í Føroyum er ógvuliga viðkvæmt og vit síggja ferð eftir ferð, at tað er lætt at fara eftir pengum, sum upprunaliga eru ætlaðir til list, og brúka tað til okkurt annað, tá ið á stendur.
Hvussu listaliga umhvørvið í Føroyum sær út um fimm ár, sigur Oddfríður Rasmussen.
- Í dag hava vit eitt blomstrandi mentanarlív hóast alt. Men eg vóni, at karmarnir verða betri, at listafólk fáa frið og umstøður at arbeiða og at mennast, og at dygdin innan listina verður betri, sigur Oddfríður M. Rasmussen at enda í viðtali.