Stórt hol í roknskapinum

Hallið hjá Fótbóltssambandinum var í 2009 6,5 milliónir krónur. Bonus til landsliðsspælararnar eigur sín stóra part av hallinum, men aðrar rakstrarútreiðslur hækkaðu eisini nógv

Fótbóltur

Fagnaðurin var stórur fyri einum ári síðani, tá FSF kundi boða frá, at nýggja avtalan við Kentaro um sjónvarpsrættindi trífaldaði upphæddina, sum føroyskur fótbóltur fekk fyri landsliðið.
Við nýggju avtaluni sum trygd varð roknað við, at fíggjarliga støðan hjá FSF nú var somikið góð, at ætlanirnar um nýtt landsstadion kundu realiserast. Eitt stadion, sum gaman í eisini skuldi fáa fígging frá UEFA og FIFA, men har FSF so sannilig eisini skuldi bera sín stóra part av íløguni.

Dýr landslið
Eitt ár seinni er veruleikin tó langt ífrá eins ljósareyður.
Hóast inntøkurnar hjá FSF enn einaferð eru kvinkaðar eina millión uppeftir, so eru útreiðslurnar øktar munandi meira.
Fremsta orsøkin er bonus-upphæddin til A-landsliðið, har spælararnir skulu hava 5.184.000 krónur. Verður hendan upphæddin drigin úr roknskapinum, er talan tó framvegis um ein rakstur, sum gevur hall. Og sammett við 2008 er raksturin versnaður við fýra milliónum krónum. Eitt tal, sum samanhildið við inntøkuøkingini boðar frá, at útreiðsluvøksturin í FSF í 2009 var fimm milliónir krónur.
Ikki óvæntað eru útreiðslur til landsliðini størsti parturin av útreiðslunum. Men tað er merkisvert, at hesar í 2009 eru øktar hálvatíggjundu millión. Størstur er vøksturin hjá A-landsliðnum, sum kostaði sjey milliónir meira í 2009, enn tað gjørdi í 2008 – harav altso tær fimm stava frá bonusavtaluni. Eitt frávik, sum ikki skyldast fleiri uttanlandsferðum. Hesar vóru í fjør tríggjar í tali – til Ísland, Eysturríki og Frakland/Rumenia – meðan tær í 2008 vóru fimm í tali. Tá varð ferðast til Íslands, Estlands, Portugal, Serbia og Litava.

Eginognin tódnar
Á pappírinum er FSF framvegis ikki nakar fátækur felagsskapur. Nakað sum eisini fekk landsins kosnu at strika milliónina, sum FSF fyrr hevur fingið í almennum stuðuli.
Eginognin er framvegis 11,5 mió kr., men stóri trupulleikin í hesum er, at talan í lítlan mun er um umsetilig virði, ið liggja aftan fyri eginognina. Bygningurin við Tórsvøll er einsamallur bókaður til 11.8 mió kr., og tað sæst aftur í einum gjaldførislutfalli, sum er farið niður um 100. Altso eru skjótt umsetiligu virðini hjá FSF við árslok minni enn tær skyldur, sum fella til gjaldingar innan eitt ár.
Tað er heldur ikki beinleiðis hugaligt, at FSF í dag hevur trupulleikar við at útvega lánsfígging til eitt nú bonus-avtaluna við landsliðsspælararnar, tí hetta bendir á, at peningarstovnarnir ikki hava álit á einum burðardyggum rakstri av felagsskapinum.
Størsta vandatekinini av øllum man tó vera, at tað hevur ljóðað, at Kentaro, sum altso situr við sjónvarpsrættindunum hjá FSF, er í tungum brotasjógvi, nú fíggjarkreppan hevur leikað í seinasta góða árið, og at tað tí eru kreftir, sum ivast í, um avtalan við Kentaro er eins nógv verd, sum tølini á pappírinum siga. Enn hevur Kentaro tó hildið tær skyldur, sum felagsskapurin hevur mótvegis FSF.