Sum væntað fall virðið á partabrævamarknaðinum í Japan nógv, tá marknaðurin har lat upp í morgun. Eisini í Avstralia var fallið stórt Partabrævavirðið á marknaðinum í Tokyo fall so nógv í morgun, at Nikkei-vísitalið fall heili 4,9 prosent eftir einari lítlari løtu. Tað er tað størsta fallið í Japan tey seinastu trý árini.
Japanski tjóðbankin gjørdi so av at koyra tvær billiónir yen ella 98 milliardir krónur út á marknaðin fyri at avmarka fallið. Hetta er 10. dagurin á rað, at bankin sendir pengar í umfar.
Eisini í Avstralia fall partabrævavirðið´, tá marknaðurin lat upp í morgun. Eftir einum korteri fall virðið meiri enn fýra prosent, skrivar Reuters.
Fallið í Avstralia og Japan kemst partvíst av, at amerikanska Umboðsmannatingið vrakaði tann ætlaða hjálparpakkan í gjárkvøldið, og serfrøðingar vænta eisini fall, tá marknaðirnir aðrastaðni lata upp.