Stórt rós til skiparan

- Tað er skakandi at síggja tíðindaflutningin í sambandi við óhappið umborð á Norrönu í vikuni. Støðan var á ongan hátt so dramatisk, sum hon verður gjørd til, sigur norskur ferðamaður, ið var við skipinum hendan túrin

Nógv hevur verið gjørt burtur úr hendingini sunnukvøldið, tá Norröna fekk partvísan motorsteðg á veg úr Bergen til Føroya. Serliga summir av fjølmiðlunum hava fingið tað at ljóða, sum var skipið um at ganga burtur. Men hesari tulking eru langt frá øll samd í. Serliga ikki tey av ferðáfólkunum, ið Sosialurin hevur tosað við.

Ein teirra, ið var við Norrönu hendan nógv umrødda túrin, er norðmaðurin Torstein Hansen. Hann er komin til Føroya saman við Arve Abelsen í sambandi við samfelagsstevnuna í Ebenezer, sum verður um vikuskiftið.

- Eg var eitt sindur argur um, at fráferðin úr Bergen var nakað seinkað. Men burtursæð frá tí havi eg einki ilt at siga um hvørki ferðina ella handfaringina hjá maningini av støðuni, sigur Torstein Hansen við Sosialin.

Hann er beinleiðis ovfarin av tí, hann hoyrir og sær í bløðum og loftmiðlum um hendan túrin hjá Norrönu, tí hann kennir als ikki støðurnar aftur, sum har verða lýstar.

- Eg merkti á ongan hátt tann dramatikk, sum verður lýstur í fjølmiðlunum. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú siglir í 10-12 metra høgum aldum, so má skipið røra seg. Einasta, ið kanska kann setast eitt lítið spurnartekin við, er, um skiparin kundi havt kunnað ferðafólkini betur ta fyrstu løtuna. Men skal veljast ímillum at kunna fólk ella fáa tamarhald á støðuni, so hevði eg í hvussu er valt tað seinna, sigur Torstein Hansen.

 

Fyrimyndarligt

Eftir at skiparin hevði fingið tamarhald á støðuni og motorarnir aftur koyrdu, heldur norðmaðurin, at kunningin var fult nøktandi.

Hann er beinleiðis imponeraður av skipara og yvirmonnum og leggur stóran dent á, at øll manningin var ótrúliga hjálpsom.

- Eisini eftir, at vit vóru komin til Hetlands stóð manningin næstan á høvdinum fyri okkum. Vit vóru nakrir norðmenn við hendan túrin, og eingin okkara hevði pass við. Tá eg nevndi hetta í informatiónini syrgdu tey fyri, at vit kortini sluppu í land, og tað haldi eg var ógvuliga væl klárað, sigur Torstein Hansen.

Hann vendi sær sjálvur til Sosialin at siga frá, hvussu hann upplivdi hendan túrin, júst tí hann metir, at alt er yvirdramatiserað.

- Eftir míni metan eigur skiparin stórt rós uppiborið. Sjálvandi er lætt at verða bakklókur, og tað er uttan iva okkurt, ið kundi verið gjørt øðrvísi. Men í mínari verð er eingin ivi um, at bæði skipari og manning handlaðu fyrimyndarliga, og høvdu teir ikki handlað so skilagott, sum teir gjørdu, kundi støðan saktans gjørst álvarslig, sigur hin sera vælnøgdi ferðamaðurin, Torstein Hansen.

- Túrurin var so góður, sum 12 metrar høgar aldur loyva, slær hann fast.