Stórt tiltak á Giljanesi sunnudagin

Sandavágs Ítróttarfelag skipar sunnudagin fyri stórum tiltaki á Giljanesi. Á skránni verður millum annað eydnuhjól, andlitsmáling, undirhald av ymsum slagi til børn og vaksin, eins og Angela og M'as Bluesband fer at undirhalda

Tað árliga Giljanestiltakið hjá Sandavágs Ítróttarfelag verður í ítróttarhøllini á Giljanesi sunnudagin. Byrjað verður klokkan 16.00 seinnapartin, sigur SÍF í tíðindaskrivi.
Tá latið verður upp klokkan 16.00 fer Angela at undirhalda fyri børnum í ítrótarhøllini.
Beint eftir, at Angela er liðug, verður meira til børnini. Tá sleppa tey at mála sær andlitið og flætta sær perlur í hárið og annað áhugavert. Her verður eitt lítið gjald tikið fyri tað tilfarð, brúkt verður til perlur og tílíkt, sum fer til flættingina, siga fyrireikararnir. Annars eru tiltøkini ókeypis, eins og tað er ókeypis at koma inn í høllina sunnudagin.
Samstundis, sum Angela undirheldur, byrjar eisini mattombola, fiskibrunnur og matsølan, sum vanliga plagar at vera á slíkum tiltaki, er eisini tá.
Hálvan tíma seinni bryjar stóra eydnuhjólið í høllini, eins og talvkapping eisini verður sett í gongd klokkan hálvgum fimm.
Men ikki bara tey, sum telva, sleppa at royna seg í kapping á Giljanesi sunnudagin. Eisini ein sjavskapping verður hildin í høllini í samband við tiltakið.
Ymsar framsýningar verða eisini í høllini. Eitt nú fara fólk at fáa høvið at síggja ymisk húsdjór, sum kom at vitja í høllini.
Fjalltíð er, ella við at vera liðug, og nógvir mans hava gingið við stavi í haganum um dagarnar. Nógvir teirra eru heil meistaraverk, og ætlanin er sýna fram nakrar slíkar fjallstavar á Giljanesi sunnudagin. Onkur er eisini, sum er rættiliga gamal, siga tey, sum skipa fyri.
Tað ber eisini til at sleppa at royna styrki á Giljanesi sunnudagin. Klokkan 17 veður kapping í sumoglíming, og tað skal, eftir sum sagt verður frá, vera rættiliga undirhaldandi. Søgan sigur tó einki um, hvørt tað eru rættiligir japanskir sumoglímarar, sum komnir eru hendanveg at bjóða vágafólki og føroyingum annars av.
Klokkan hálvgum átta fer tað kenda M'as Bluesband á pallin at undirhalda. Emma er ættað vestaneftir, og hon er altið sera væluppløgd, tá hon syngur í Vágum, so tað man eisini fara at verða hesaferð, siga tey í Sandavágs Ítróttarfelag.
Lutaseðlasøla verður alla tíðina, meðan tiltakið varar, og høvuðsvinningurin er ein vikuskiftisferð fyri tvey til Danmarkar við Maersk Air. Drigið verður, tá tiltakið endar.