TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Dion Splidt, sum spældi sín fyrsta dyst við AB í effodeildini í ár.
Talan gjørdist um eitt 0-1 tap, og eru Dion Splidt og liðfelagarnir sera vónbrotnir um avrikini í tveimum teimum seinastu dystunum, har teir eisini farna vikuskiftið taptu 0-1 á Skála.
Dion Splidt er serliga vónbrotin um spælið í fyrra hálvleiki, har liðið nóg illa megnaði at koma framum miðjuna.
Dion Splidt hevur tó góðar vónir um, at AB kann hála seg uppum niðurflytingarstrikuna, tí teir hava royndirnar til tað frá øðrum kappingarárum.