Stórtap til Silkeborg

Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir í Silkeborg IF taptu stórt í einum venjingardysti í Randers ígjár. Úrslitið var, at superligaliðið úr Randers vann 3-0, aftaná at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Kenneth Møller Pedersen, Tidiane Sane og Bedi Buval skoraðu málini fyri Randers á Essex Park.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst byrjaði inni hjá Silkeborg, men var skiftur út, aftaná 70 minuttirs spæl. Tann 19 ára gamli, Simon Jakobsen, sum kom á vøllin fyri Christian fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Silkeborg. Heimasíðan hjá Silkeborg letur illa at avrikinum hjá liðnum, og heldur, at stórt sæð einki eydnaðist fyri Silkeborg í Randers ígjár. Christian hevði ein góðan málmøguleika meðan støðan enn var 0-0, men hann misnýtti møguleikan.