Stóru býráðini kallað inn

Fyrstvaldu býráðslimirnir í Havn og í Klaksvík - Jákup Suni Joensen og Jógvan við Keldu - hava kallað nývaldu býráðini saman.

Býráðið í Havn skuldi savnast í gjárkvøldið, og í Klaksvík verður fundur mánadagin.

Á fyrsta fundinum fara býráðini at skipa seg formliga. Veljast skal leiðsla, og allar nevndirnar verða mannaðar.

Bæði Havn og Klaksvík fáa nýggjan borgarstjóra. Í Havn fer Jan Christiansen at avloysa Leiv Hansen, og í Klaksvík fer Steinbjørn Jacobsen at taka við eftir Jógvan við Keldu.

Tveir mans, sum millum annað eru kendir innan ítróttin, verða næstformenn í Havn og Klaksvík.

Heðin Mortensen, forseti í Ítróttarsambandinum, verður næstformaður í Havn, og Torleif Sigurðsson, sum er formaður í Fótbóltssamandinum, verður næstformaður í Klaksvík.