Stórur aktivitetur skapt gott úrslit

Orsøkin til góða úrslitið hjá okkum í fjør er tann stóri aktivitetur, sum felagið hevur havt, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways

Hóast sera vánalig útlit fyri búskapin sum heild og flogferðslu serliga, hevur Atlantic Airways megnað at fingið eitt eftir umstøðunum framúr gott úrslit. Smáar 20 milliónir í avlopi má sigast at vera eitt ógvuliga gott úrslit.

Stjórin í felagnum er eisini væl nøgdur við úrslitið, sum hann sigur stavar frá øktum aktiviteti í fjør.

- Aktiviteturin var munandi størri í fjør enn undanfarin ár. Vit hava framleitt nógv meira. Flogtímarnir eru øktir við 3.400, og tað svarar til alt tað, vit flugu í 2004 tilsamans. So tað sigur seg sjálvt, at tá vit økja aktivitetin so nógv, sæst tað aftur, sigur Magni Arge.

Tað er serliga avtalan við SAS um at flúgva til tær destinatiónir, sum danska flogfelagið fleyg til við illa lýddu Dash-8 flogførunum, sum hava gjørt ein stóran mun.

- Grundraksturin batnaði sera nógv í fjør, og tað sæst aftur í úrslitinum hjá okkum, sigur Magni Arge.

Starvsfólkatalið er eisini munandi økt í sambandið við økta aktivitetin – har sáttmálin við SAS var ein stórur postur – úr 192 ársverkum upp í 277. Hetta talið fer tó at minka aftur, tá sáttmálin við SAS gongur út seinni í vár.

 

Trimma til tíðirnar

- Soleiðis sum útlitini er í løtuni, má roknast við væl minni aktiviteti í ár enn í fjør, og tí ræður um at trimma fyritøkuna til versnandi tíðir. Men eg haldi, at vit standa rættiliga væl brynjaðir at taka ímóti verri tíðum, tí bæði egnpeningurin og serliga gjaldførið er munandi betri nú, enn tað hevur verið, sigur Magni Arge.

Og júst hetta hevur Atlantic Airways lagt stóran dent á at betra, nú felagið hevur havt munandi størri aktivitetir. So nú er bæði eginpeningur og gjaldføri tvífaldað.

- Vit hava alla tíðina vitað, at sáttmálin við SAS var tíðaravmarkaður, og vit hava onga trygd fyri, at fáa ein nýggja sáttmála at seta í staðin. Men tá hesin sáttmálin rennur út, kunnu vit lata tvey flogfør aftur til British Aerospace, hagani vit hava leigað tey, sigur Magni Arge.

Hann sigur, at felagið alla tíðina er úti um seg, men at minkandi eftirspurningur ger tað trupult at halda ein høgan aktivitet.

- Tað ræður um at laga seg til umstøðurnar og at klára seg við minni. Men samstundis er neyðugt, alla tíðina at vera klárur, tá møguleikarnir stinga seg upp. Og í verri tíðum eru bankarnir ikki so altráðir eftir at lána pening út, og tí er tað av so sera stórum týdningi, at vit hava megnað at økt munandi um eginpeningin og serliga gjaldførið, sum er alt avgerandi í slíkum tíðum, sum vit nú eru í, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways.