Hetta er fimta árið á rað, at Skála Stuðlar skipa fyri hesum tiltakinum. Undanfarin ár hevur verið sera góð undirtøka fyri tiltakinum, og hava tey í Skála Stuðlum góðar vónir fyri tiltakinum í morgin. Í ár hava Skála Stuðlar keypt yvir 3000 plantur. Talan er um nógv ymisk sløg av plantum, runnum, trøum og summarblómum - í øllum hugsandi litum og skapum.
Umframt hetta, verður eisini møguligt at ogna sær ymiskt annað til urtagarðin so sum mold, pottar og havamøblar.
Tiltakið er í samband við bygdastevnuna sum verður leygardagin á Skála, og tað verða nógv tiltøk, baði í høllini og á økinum uttanfyri.