Stórur áhugi er fyri intertoto-kappingini

Fótbóltur: Intertoto Cup er tann minsta av UEFA kappingunum, men áhugin fyri henni er vaksandi. Bert Skotland og Ukraina hava ikki hug at vera við í kappingini í summar

Intertoto kappingin, ið er tann minsta av altjóða kappingunum, sum europeiska fótbóltssamgongan UEFA skipar fyri, skifti ham í fjør, serliga tí áhugin fyri henni var lítil og eingin millum feløgini í teimum størstu europeisku fótbóltslondunum.

Og tað tykist, sum um tað hevur loyst seg hjá UEFA at skipa kappingina á ein øðrvísi hátt. Tá evstamark fyri at melda til kappingina var úti tann 29. januar, høvdu øll UEFA-limalondini uttan tvey meldað til. Bert Ukraina og Skotland høvdu ikki áhuga fyri at vera við.

Hvørt land hevur rætt til antin eitt ella tvey lið í kappingini, alt eftir hvussu høgt uppi á styrkilistanum hjá UEFA londini eru. Styrkilistin avger eisini, nær liðini úr teimum ymsu londunum koma upp í kappingina (í 1., 2. ella 3. umfari).

Kappingin verður skipað á sama hátt sum í fjør, og heldur ongar broytingar eru í peningaligu viðurskiftunum. Sostatt fær hvørt felag 50.000 schweiziskar frankar fyri hvørt av teimum trimum fyrstu umførunum, tað luttekur í, og 40.000 frankar verða latnir liðunum, sum eisini eru við í fjórða og fimta umfari.


Byrjar 19. juni

Fleiri føroysk lið hava fyrr roynt seg í Intertoto-kappingini. Tey eru B68, HB, B36 og í fjør VB, sum spældi tveir dystir móti kekkiska liðnum Boby Brno. Heimadysturin bleiv spældur í Hvalba, og tað var fyrstu og higartil einastu ferð, at altjóða dystur hjá teimum vaksnu hevur verið spældur á grasvøllinum í Hvalba.

Í ár skal GÍ umboða Føroyar í Intertoto-kappingini. Lutakastið fyri trý tey fyrstu umførini (føroyska liðið er við frá fyrsta umfari) verður í franska býnum Nyon tann 15. apríl, og sjálv kappingin byrjar so 19. juni.

? Malið í ár má vera at koma víðari í kappingini. Tað ræður nokkso nógv um at vera heppin og kanska fáa eitt lið, sum er í summarfrí, sigur júst fráfarni formaður í GÍ, Jógvan Gregersen.

Eingin veruligur vinnari

Tað er eingin veruligur vinnari av kappingini. Hon endar við trimum »finalum«, har teir tríggir vinnararnir sleppa víðari til UEFA Cup-kappingina. At tað eru fleiri góð lið við í intertoto-kappingini, eru fleiri dømi um. Fyri nøkrum árum síðani var franska liðið Bordeaux eitt av teimum trimum liðunum, sum komu víðari, og teir endaðu heilt í UEFA-finaluni, sum teir taptu móti Bayern München.

Og týskvøldið vann italska liðið Bologna 3-0 á Lyon úr Fraklandi í fjórðingsfinaluni í UEFA Cup. Bologna var eitt av liðunum, sum komu víðari úr intertoto-kappingini seinasta summar.