Stórur áhugi fyri at verða ferðaleiðari

Í Vestmanna hava tey útbúgving til ferðaleiðara og har er stórur áhugi fyri at sleppa inn

Tað er stórur áhugi fyri at læra til ferðaleiðara. Tað staðfesta tey á miðnámsskúlanum í Vestmanna, har tey eisini hava útbúgving til ferðaleiðara.

Beint fyri summarfrítíðina søktu tey eftir næmngum og tey fingu 37 umsóknir frá fólki, sum vildu læra til ferðaleiðara.

Men tað sluppu 25 næmingar inn og teir fóru undir útbúgvingina í fyrradagin.

Nýggja skeiðið er umleið 200 tímar tilsamans, har tey eru í skúla í Vestmanna hvørt mikukvøld.

Skeiðið er annars býtt upp í tríggjar partar: Ein vitanarpart um Føroyar sum ferðamannaland, ein praktiskan part við venjingum og ein verkætlanarpart, har næmingarnir skulu skriva eina sjálvstøðuga uppgávu, sum so eisini er grundarlagið fyri endaligu próvtøkuni.

Í fyrraárið skipaði Miðnám í Vestmanna eisini fyri einum ferðaleiðaraskeiði. Tá fingu 19 fólk prógv sum ferðaleiðarar og fleiri av hesum hava síðan arbeitt sum ferðaleiðarar ein part av árinum.