Stórur áhugi fyri Benjamin

Áhugin fyri Benjamin hevur verið ógvuliga stórur, eftir at hann um vikuskiftið hevur havt tríggjar framførslur á stóra íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves.

 

Benjamin vann fyrr í ár heiðurslønina "Væl á veg" á G!Festivalinum og slapp tískil at luttaka á víðagitna tónleikafestivalinum, sum hevur verið í Reykjavík um vikuskiftið.

 

Jón Tyril er umboð fyri G!Festivalin á Iceland Airwaves, og sambært honum fleiri týdningarmikil fólk innan tónleikavinnuna víst Bennjamin stóran áhuga.

 

- Ein maður, sum er tónleikastjóri fyri 18 útvarpsstøðir í Sveits, var til ta einu konsertina hjá Benjamin, og hann var rættiliga bergtikin av Benjamin. Eftir konsertina var hann púra uppi at koyra yvir at hava hoyrt unga føroyingin, og hann vildi eisini hava ein stuttan fund við umboðini fyri Benjamin eftir konsertina, sigur Jón Tyril.

 

Eisini fólk frá øðrum útvarpsstøðum og festivalum vístu Benjamin stóran áhuga.

 

- Svenska ríkisútvarpið var eisini til staðar, og tey spurdu eftir fløguni hjá Benjamin fyri at kunna spæla hana í útvarpinum. Harafturat prátaði eg við umboð frá ymiskum festivalum, og tey vóru øll líka imponerað av Benjamin, greiðir Jón Tyril frá.

 

Sjálvur heldur hann, at luttøkan hjá Benjamin á Iceland Airwaves kann hava stóran týdning fyri Benjamin komandi tíðina.

 

-Vónandi er alt hetta við til at byggja undir, nú fløgan hjá Benjamin kemur út á týskum plátufelag í januar, og konsertferðin byrjar, sigur Jón Tyril.