Tað er stórur áhugi fyri Eik Banka í Danmark, sum skal seljast fyri jól. Tað upplýsir Kringvarpið, umvegis Jyllandspostin.
90.000 danskir internetkundar eru í Eik Banka í Danmark.
Sambært Jyllandspostinum hava átta keyparar boðið upp á Eik í Danmark, sum Eik Banki í Føroyum átti, áðrenn Fíggjarligt Støðufesti yvirtók bankan.
Danska deildin hjá Eik Banka er ein netbanki, og bankin hevur fleiri innlán og útlán. Nordea, Sydbank, Saxo Bank og Nykredit Bank hava boðið upp á Eik í Danmark, skrivar Jyllandsposturin.
Tað er eisini áhugi fyri bankanum uttanlands, skilst.