Stórur lætti í Klaksvík

Klaksvíkingar vóru greitt omaná, men eftir misnýtt brotsspark var um reppið, at 2-1 sigurin glapp KÍ av hondum

Fótbóltur

 

Í gjár vann KÍ fyri fyrstu ferð í átta mánaðir fulla úrtøku á heimavølli.

Síðsti sigurin undan hesum var 26. august í fjør, tá ið VB/Sumba varð sent til hús við 6-3 tapi. Síðani tá hava fýra landskappingardystir verið í Klaksvík, sum KÍ hevur fingið eitt stig burturúr við samlaða málmuninum 5-13!

At tað gongur illa at finna málið var mikukvøldið staðfesting av. KÍ var á odda 2-1 eftir 1. hálvleik. Seinna umfarið hevði heimaliðið greiða yvirvág. John Hammer rakti í stólpan, og í fleiri førum var tætt við, men í málskjóting vóru heimamenninir sørir eftir steðgin.

 

Misnýttu brotsspark

B71 spælararnir, sum vóru týðuliga darvaðir av at Gudmund Nielsen noyddist at fara skaddur av vølli longu eftir hálvan tíma, tóktust lítið hugaðir at leypa á, hóast teir í málum lógu undir. Miðvallarin Flavio hevði góða skotroynd, sum landsliðsmálverjin pareraði tíðliga í 1. hálvleiki, og tað var tað.

Í fimm minutta yvirtíðini, sum tóktist kennast serliga long fyri heimafólkið, var um reppið, at hálvur møguleiki stóðst til B71. Eftir langa framlegging stýrdi tryggi Milic Curcic við høvdinum bóltin aftur til Jákup Mikkelsen, sum var skjótur út og tók bóltin fyri nøsini á álopsspælara.

Serliga Símun Joensen hjá KÍ mundi kenna seg lættan. Í síðstu løtu í vanligu leiktíðini hevði hann misnýtt risa møguleika at staðfesta heimasigurin. Eftir fínt uppspæl frá Kristoffuri Jakobsen varð Kristian á Lakjuni feldur í brotsteiginum, og Símun Joensen varð settur at skjóta brotssparkið:

-Eg ætlaði at senda bóltin upp í annað hornið, men eg rakti ov nógv undir bóltin, sum fór langt upp um málið. Tíbetur kostaði hetta ikki stig. Tað hevði ikki verið sambært leikgongdini, um vit høvdu mist stig. Vit høvdu hugburðin frá 2. hálvleiki í Fuglafirði við okkum, og tað var hugaligt, at stríðsvilji og hugflog í 2. hálvleiki gingu upp í hægri eind, heldur brotssparksskjúttin, sum plagar at vera tryggur úr ellivu metrum.

 

Málini

Tey bæði fyrstu málini – tá ið B71 legði seg á odda, og tá ið KÍ javnaði – mintu nógv um hvørt annað og stóðust bæði av stórum mistøkum: Tummas Pauli Olsen, sum var einsamallur heilt á B71 toppinum, skoraði eftir langt útspark framum KÍ verjuna, og tá ið Rodrigo javnaði, var tað eftir framlegging frá Harley Bertholdsen úr høgru. Tríggir gulir vóru kring brasiliumannin, sum kortini fekk loyvi at gerast leysur og av brotsteigarmarkinum at smekka inn við handara stólpanum.

Miðverjin Ovi Nysted, sum eftir steðgin fór skaddur av vøllinum, var meistari fyri sigursmálinum. Úr 22 metrum sendi hann fríspark dygst inn við stólpanum. Skotinum bilti einki, men spurningurin er, um tað í hesum førinum kann sigast tað sama um verjupartin hjá B71.

- Við leiðslumálinum komu vit í ynskistøðu. Men stórt verjumistak oyðilegði ta støðuna fyri okkum, og uppgerðin av málmøguleikum boðar frá, at tað var lítið veiggj í okkum í 2. hálvleiki, var staðfestingin hjá sandoyingum, tá ið teir saman við trúgvu áskoðarunum, ið fyrstu løtuna høvdu havt tað heilt gott, fóru úr aftur Klaksvík, har líkindini høvdu verið góð fyrstu løtuna, áðrenn tað øtlaði eitt sindur. Men veðrið hugsaðu sandoyingar neyvan um, tá ið teir fóru um ella rættari undir Leirvíksfirði.