Ein stórur meiriluti í Rættarnevndini mælir Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum at seta eina nevnd at kanna og geva løgtinginum tilmæli landsstýrismenn skuls ákærast. Talan er um Bjarna Djurholm, sum var landsstýrismaður í vinnumálum og Jacob Vestergaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum.
Og tað er leiklutur teirra í umstrídda málinum um løggildu grannskoðararnar, har teir nú eru í vanda fyri at verða ákærdir.
Tað eru Alfred Olsen, Hans Pauli Strøm, Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Heini O. Heinesen, sum mæla Løgtinginum til at seta nevndina, men minnilutin, Anfinn Kallsberg, ikki tekur undir við uppskotinum. Gerhard Lognberg tekur støðu í Tinginum.
Í sínum viðmerkingum er Anfinn Kallsberg hvassorðaður mótvegis løgmanni og sigur, at løgmaður í einum lagi, sakliga biður umsitingina gera meting av framferðini hjá aðalstjórunum í málinum um grannskoðararnar, men hann í øðrum lagi mælir hann Tinginum til at viðgera uppskot um at byrja rættarmál móti fyrrverandi landsstýrismanni og verandi løgtingsmanni.
Við hesum framferðarhátti hevur løgmaður framman undan, politiskt, tikið støðu í málinum og hevur laðað undir jagstranina av fyrrverandi landsstýrismanni og verandi løgtingsmanni. Framferðarháttur, sum undir ongum umstøðum styrkir álitið á politisku skipanina og slettis ikki undir rættartrygdina, sigur Anfinn Kallsberg í sínum viðmerkingum í álitinum hjá Rættarnevndini.
Anfinn Kallsberg mælir til, at málið fyrst verður kannað við eini vanligari kanning fyri at vita, hvat er fyrifarist.
Tá tær kanningarnar eru lidnar, má nýggj støða takast.
At seta eina nevnd at ráðgeva Løgtinginum, um ákæra skal reisast, er heilt skeiv mannagongd, sigur Anfinn Kallsberg í viðmerkingunum til álitinum.