Mánadagin skrivaðu vit um amerikanska oyðaran USS Donald Cook, sum var á Runavík í seinastu viku. Skipið og manning vóru á sjarmusókn og royna at knýta nýggj sambond við londini í norðuratlantshavi.
Hon váttaði eisini, at Arktiska økið er spennandi, og at amerikanarar hava stóran áhuga í tí.
– Krígsskipini vitja í ymiskum londum, og hendan vitjanin er ein partur í tí at fáa tættari samband við danska kongaríkið. Vit ynskja at fáa nýggj vinaløg, segði Stuart A. Dwyer.
Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen helt tað vera Arktiska økið, ið var ein av høvuðsorsøkunum til vitjanina.
– Vitjanin vísir, at økið, her vit eru, er áhugavert. At teir koma eina sjarmuoffensiv, eiga vit at nýta rætt og tryggja, at vit eisini vera við í tí, sum hendir uppi í Arktis í framtíðini, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Stórveldini áhuga í Arktis
Jens Christian Svabo Justinussen vísir á, at Arktiska økið er sera áhugavert.
– Ísurin bráðnar við Arktis, og tað gevur nýggjar siglingarleiðir. Tað er longu siglandi har nakrar mánaðir um summarið og einaferð í framtíðini – vit vita tó ikki nær – verður økið ísfrítt og tað verður siglandi alt árið. Hetta broytir støðuna í øllum heiminum, og stórveldini eru áhugað at hava ræði í økinum, sigur lektarin á setrinum.
Hann vísir eisini á, at tá ið økið verður frítt fyri ís, so verða nógvir aðrir spennandi møguleikar.
– Økið letur upp fyri nøkrum møguleikum, ið ikki vóru har áður. Millum annað ráevni sum olja, gass, málmur og nógv annað. Vit vita heldur ikki hvussu tað er við fiskiríkidømi í Arktis. Loftrúmið hevur eisini stóran áhuga, sigur Jens Christian Svabo Justinussen.
##med2##
GIUK Gap
Sjálvt um vit í Føroyum kunnu halda, at vit eru langt burtur frá landnyrðingsleiðini, sum siglingarleiðin um Arktis ofta verður kallað, so eru Føroyar tó hernaðarliga sera týdningarmikið øki.
Hann vísir á, at tá ið siglandi verður alt árið, fer ein stórur partur av skipaferðsluni at sigla gjøgnum hetta økið, og tað fer eisini at merkja munandi fleiri skip um okkara leiðir. Tí fer tað eisini at ávirka og fáa stóran týdning fyri Føroyar og føroyska sjóøkið.
##med3##
Donald Trump
Hann heldur tó, at Grønlandi hevur størri týdning enn Føroyar í hesum samanhangi, men at Føroyar tó eisini hava stóran áhuga.
Russland hevur eisini áhuga í Føroyum. Hann vísir á, at fyrr í ár var eitt russisk herskip í føroyskum sjóøki norðanfyri í Føroyum. Tað endaði við, at danska sjóverjan fylgdi tí út úr føroyskum øki.
Jens Christian Svabo Justinussen vísir á, at stórpolitiskt munar tað ikki so nógv, hvat ein lítil tjóð sum Føroyar sigur í hesum sambandi.
– Spurningurin er, um Føroyar hevur nakað val yvirhøvur. Um tað verður ein spent støða millum stórveldini, so ger tað næstan tað sama, um vit ganga mótmælisgongu. Teir koma kortini. Vit eru bara ein liður í eini stórari ketu. Eg trúgvi ikki, at vit hava nakra ávirkan. Og tað er eisini ein spurningur, um tað riggar at vera uttanveltaður, sigur Jens Christian Svabo Justinussen.
Útbúgvingarleiðari og lektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum vísir á, at í dag eru tað ikki bara USA og Russlandi, ið eru stórveldi.
– Kina er í dag eisini eitt stórveldi, og eitt sindur aftanfyri eru lond sum India, Japan og Korea, sum eisini kunnu gerast stórveldi í framtíðini. Tá ið kalda kríggið endaði í 1990/91 og fram til umleið 2005 var støðan í heiminum ikki so spent. Men nú eru Kina og Russland vorðnar sterkari, og tað tvingar USA innaftur at vísa styrki.
Støðan í Stillahavinum er nakað tann sama.
– USA gavst við at hava herstøðir á nøkrum av oyggjunum í Stillahavinum. Men nú royna teir at koma inn aftur og fáa ávirkan. Kina og Russland hava eisini áhuga í økinum. Støðan er vorðin eitt sindur meira spent seinnu árini, sigur Jens Christian Svabo Justinussen.
Ónd ringrás
Hann vísir á, at USA vil ikki hava fíggindar at vera ov nær teirra egna landi, og tí ræður um at hava vinir rundan um seg.
– Tað er eitt trygdarpolitiskt tvístøða. Eitthvørt land hevur rætt og skyldu at verja seg. Men tað kann eisini fatast sum ein hóttan, og so fara onnur lond at dubba seg. Tað er vandi fyri, at ein ónd ringrás fer í gongd, har fleiri partar fara at dubba seg. Tí er tað týdningarmikið við dialogi, tað kann avleiða tvístøðurnar, sigur Jens Christian Svabo Justinussen.
– Endamálið við vitjanini er at møta fólki og síggja mentanina, men eisini at knýta tættari bond millum USA og danska kongaríkið, segði Kelly T. Jones, skipari við USS Donald Cook.
Stuart A. Dwyer, varaleiðari á amerikansku sendistovuni í Danmark, var eisini komin úr Danmark til Føroya fyri at hitta politikarar, leiðarar og embætisfólk í Føroyum.
– Í altjóða høpi verður ofta tosað um GIUK Gap – hetta er ein stytting fyri økið millum Grønland, Ísland og Stóra Bretland og holið ella sjógvurin millum hesi londini. Vit vita, at hetta økið var áhugavert undir seinna heimsbardaga og kalda krígnum. Men tað er enn meira áhugavert, nú ein fullkomiliga nýggj siglingarleið verður í økinum í framtíðini. Vit vita, at tann, ið hevur eftirlit við økinum eisini hevur styrki. Tí hevur økið hernaðarliga sera stóran týdning, sigur Jens Christian Svabo Justinussen.
– Eg skilji tey amerikansku áhugamálini í Føroyum og í danska kongaríkinum sum ein háttur at fáa gott sambandi við londini í ríkisfelagsskapinum út frá øllum tí, ið hendir í Arktis. Út frá teirra sjónarmiði er best, um eitt stórveldi sum USA kann hava gott samband við Danmark og londini í ríkisfelagsskapinum, og at fáa tey við upp tað ístaðin fyri at troka seg inn, sigur Jens Christian Svabo Justinussen.
– Vit síggja áhugamálini hjá USA í økinum, tá ið Donald Trump ynskir at keypa Grønland – sjálvt um tað varð gjørt eitt sindur knortlut. At amerikanarar heldur koma at vísa fram eitt krígsskip í Føroyum og royna at fáa samband við politikarar og stjórnina og leiðandi persónar annars í landinum er ein annar háttur at fáa ávirkan í økinum, sigur lektarin á Setrinum.
##med4##
Liður í stórari ketu
Hann vísir tó á, at nógv er broytt í Føroyum, tá ið eitt krígsskip kemur til Føroyar í dag, í mun til, tá ið eitt krígsskip kom til Føroya undir kalda krígnum.
– Móttøkan er ein heilt onnur í dag, í mun til, tá ið amerikanska krígsskipið McCloyd kom til Føroyar í 1987. Tað sigur nakað um, at støðan í Føroyum eisini er broytt nógv, sigur hann.
USS McCloy vitjaði í Havn í juli í 1987. Tá var mikið rumbul av tí. Søgur gingu um, at skipið hevði kjarnorkuvápn umborð. Fríu Føroyar mótmælti, at eitt tílíkt skip ikki skuldi koma til Føroya. Millum annað Tjóðveldisflokkurin, sum hann at tá, var harðliga ímóti hesi vitjanini og sera virkin í mótmælistiltøkunum.
Kina og Russland