ST Trygdarráðið savnar seg um frið og trygd

ST Trygdarráðið mælir til »humaniterar steðgir« í Gaza, sum vara so leingi, at neyðhjálp kann koma fram.

 

ST Trygdarráðið mælir í eini samtykt til »humaniterar steðgir« í Gaza, so neyðhjálp kann fáast inn í økið. Á myndini sæst ein ST-lastbilur við brennievni á veg um markið til Gaza í gjár. - Mynd: Said Khatib/Ritzau Scanpix

ST Trygdarráðið samdist í gjár um eina samtykt, har ræðið mælir til »humaniterar steðgir« í Gaza sum vara so leingi, at neyðhjálp fæst inn.

Her fært tú meira at vita um Trygdarráðið:

* Í ST Trygdarráðnum eru 15 limir. Formansskapurin gongur upp á skift millum tey hvønn mánað.

* Fimm lond hava fastan limaskap, meðan tíggju onnur lond er vald av aðalfundinum hjá ST fyri eitt tvey ára skeið í senn.

* Teir fimm føstu limirnir eru USA; Russland, Kina, Bretland og Frankaríki.

* Tá teir ikki-føstu limirnir verða valdir verður atlit tikið til kravið um javna landafrøðiliga umboðan.

* Meðan aðalfundurin kann kjakast um allar trupulleikar, tekur Trygdarráðið sær bara av spurningum um frið og trygd. Allir limir í ST hava bundið seg til at gera eftir avgerðunum hjá Trygdarráðnum.

* Í mun til aðalfundin heldur Trygdarráðið ikki regluligar fundir. Tað kann verða innkallað nær sum helst við stuttari ávaring.

* Atkvøðugreiðsla í Trygdarráðnum er øðrvísi enn á aðalfundinum.

* Týðandi samtyktir í Trygdarráðnum krevja, at níggju limir atkvøða »ja«. Tó er tað talan um sýtingarrætt, um ein av teimum fimm føstu limunum atkvøður »nei«, og so kann málið ikki samtykkjast.

Keldur: unric.org.

/ritzau/

 

ST Trygdarráðið mælir í eini samtykt til »humaniterar steðgir« í Gaza, so neyðhjálp kann fáast inn í økið. Á myndini sæst ein ST-lastbilur við brennievni á veg um markið til Gaza í gjár. - Mynd: Said Khatib/Ritzau Scanpix