Støðugur miðalprísur á uppboðssølu

Nógvur toskur og nógv hýsa var á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár 271,5 tons av fiski fyri smáar 3,5 miljónir krónur.

Meginparturin av fiskinum, sum var á marknaðinum, var toskur og hýsa, ávikavist 110 tons av toski og 70 tons av hýsu.

Toskur 2 fekk miðalprísin 18,99 krónur fyri kilo, meðan toskur 3 og 4 fingu ávikavist 14,81 og 11,16 krónur fyri kilo.

Mest var av hýsu 2, og her var miðalprísurin 10,67 krónur fyri kilo.

Sløk 20 tons vóru av brosmu, og besti miðalprísurin var 7,37. Góð 22 tons vóru av longu við besta miðalprísinum á 12,30 krónur fyri kilo.

Góð 11 tons vóru av blálongu, og her var miðalprísurin 6,38.

Eini 12 tons vóru av havtasku, sum fekk 28,65 krónur fyri kilo.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 12,83.

At miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt liggur um slakar 13 krónur, er rættiliga afturvendandi.

Onkrar dagar kemur miðalprísurin longur upp, men hetta eru oftast dagar, tá lutfalsliga nógv havtaska er á marknaðinum.