ST: Yvir 1.000 dripin í krígsbrotsgerðum í Myanmar

Dráp í Myanmar kunnu vera brotsgerðir ímóti mannaættini, siga kanningarfólk. Mótmælisfólk fara í verkfall á ársdegnum.

 

 

 

(Arkivfoto) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Fleiri enn túsund fólk í Myanmar eru dripin síðani hernaðarkvettið fyri einum ári síðani kann vera krígsbrotsgerðir ella brotsverk ímóti mannaættini.

Tað halda kanningarfólk hjá ST, sum kann a gongdina í landinum í landsynnings Asia.

Kanningarfólkini hava sum uppgávu at savna prógv fyri álvarsamastu brotsverkum altjóða.

– Á syndarligan hátt benda tær frágreiðingar, vit hava fingið seinasta árið á, at væl oman fyri túsund fólk eru dripin undir umstøðum, sum kunnu vera brotsverk ímóti mannaættin ella krígsbrotsverk, sigur Nicholas Koumijan, sum er leiðari í bólkinum av granskarum (IIMM).

Hann leggur afturat, at tey enn arbeiða við at staðfesta ábyrgdina fyri tey mongu drápini.

Herurin í Myanmar tók valdið við einum kvetti 1. februar í fjør.

Herurin setti frá fólkavalda leiðarin, Aung San Suu Kyi, og stjórn hennara. Suu Kyi og fleiri onnur í stjórnini hava síðani sitið í húsavarðhaldi.

Fyrstu vikurnar eftir kvetti mótmæltu fólk í Myanmar í stórum tali. Men tey umfatandi mótmælini tagnaðu so líðandi, við tað at trygdardeildir fóru fram við miklum valdi.

ST metir, at minst 1500 fólk eru dripin av herinum seinasta árið. Fleiri túsund onnur kunnu vera dripin í vápnaðum samanbrestum.

Fleiri túsund fólk og felagsskapir hava givið kanningarfólkunum hjá ST próvtilfar at brúka framtíðar rættaruppgerðum, sigur Koumijan.

Í Myanmar eru aktivistar klárir til at markera ársdagin fyri kvettið í morgin. Tey hava biðið fólki í landinum um at vera heima og halda handlar stongdar í einum »tigandi verkfalli«.

Aktivistar heita eisini á fólk um at halda sokallað flash mobs, mótmæli, har fólk savnast og síðani skjótt rýma aftur.

Herurin hevur hótt við handtaka øll, sum luttaka í nøkrum slagi av mótmæli ímóti stýrinum.

– Tað kann væl vera, at vit verða handtikin og skulu sita restina av lívinum í fongsli, um vit eru heppin. Tað kann vera, at vit verða pínd og dripin, um vit eru óheppin, sigur aktivisturin Nan Lin.

Ein bólkur av aktivistum, sum sigur seg standa handan verkfalstiltakið á ársdegnum, heitir á altjóða samfelagið um at stuðla skuggastjórnini, sum er skipað av eitt nú nøkrum av teimum frákoyrdu ráðharrunum.

Tey biða eisini um eitt vápnabann ímóti hernaðarstýrinum og eitt flúgviforboð.

Í dag hava USA, Bretland og Kanada í felag gjørt av at seta nýggj tiltøk í verk ímóti stýrinum í Myanmar.

Tiltøkini raka persónar ovast í rættarskipanini í Myanmar og onnur, sum stuðla hernaðarstýrinum.

Tað sigur amerikanska fíggjarmálaráðið.

/ritzau/AFP

 

(Arkivfoto) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix