Amerikanararnir eru ímillum tey dugnaligastu, tá tað ræður um at hjálpa øðrum, men teir seinastu dagarnir hava avdúkað, at teir duga ikki at umsita neyðhjálp frá øðrum og at fáa hana fram. Matvørur, tjøld, sengur og annað hópa seg upp í stórum goymslubygningum, meðan tey neyðstøddu standa í bíðirøð og bíða eftir at fáa hendur á tí, teimum tørvar.
Tíðindastovurnar skriva, at túsundtals fólk standa í bíðirøð allan dagin. Tey flestu bíða eftir matseðlum, onnur eftir onkrum at búgva í, uppaftur onnur bíða eftir pengum, og onnur lata seg skráseta, so børnini kunnu sleppa í skúla onkunstaðni. Hjá nógvum er tað sálarliga trýstið stórt.
-Vit brúka at kalla allan dagin til at standa í bíðirøð fyri at fáa fatur á tí mest neyðuga. Fært tú einki, ræður um at sova einar tríggjar ella fýra tímar og so aftur í bíðirøðina at standa, sigur David Williams við Reuters. Saman við fleiri túsund øðrum býr hann í teirri stóru ítróttarhøllini Astrodome í Houston.
Fyrradagin elvdi tann drúgva bíðitíðin til misnøgd, so løgreglan noyddist at leggja uppí at forða fyri ófriði.
Meginparturin av neyðhjálpini kemur úr teimum ríku londunum, men fleiri av teimum fátæku londunum munnu kenna tað sum eina moralska skyldu at samsýna USA. Í hvussu er hava lond sum Afghanistan, Bangladesh og Sri Lanka sent teimum neyðstøddu í USA hjálp, skrivar Reuters.