Hvannasund/Klaksvík: Gongst sum ætlað, verða tær fimm bygdirnar í Hvannasunds kommunu partur av teirri stóru Norðoya Kommunu um ársskiftið.
Í longri tíð hava fundir verið millum umboð fyri báðar kommunurnar um eina møguliga samanlegging. Nú fyriliggur so fyrsta úrslitið av hesum arbeiðinum.
Í hesum døgum verður ein upplýsandi faldari borin út í hvørt hús í Hvannasundi, Norðdepli, Múla, Depli og Norðtoftum, har greitt verður frá teim ætlanum sum fremjast skulu í felagi.
Sambært hesum eru tað ikki hissini ætlanir sum skulu fremjast í verki í framtíðini, bæði innan vinnulív, tænastur, stovnar og menning av bygdunum báðumegin Hvannasund.
Fortreytin fyri øllum er kortini hon, at fólkið í kommununi tekur avgerð um at leggja saman við Klaksvík. Hetta fær fólkið møguleika til mikudagin 17. september, tá fólkaatkvøða verður um henda spurningin.
Kvøldið eftir – tað er: hóskvøldið 18. september – kann tí gerast dagurin, tá bygdaráðið avtekur seg sjálvt. Tá verður nevniliga bygdaráðsfundur, har úrslitið av fólkaatkvøðuni dagin fyri er eitt av málunum á skránni.
Eingin veit við vissu, hvat bygdarfólkið ynskir í hesum máli. Men í bygdaráðnum er í øllum førum meiriluti fyri at leggja saman við Klaksvík.
Lokkandi útstykking
Í teirri samanløgdu kommununi er ætlanin at fremja nógv mál í verki. Eitt teirra er at kunna veita nøktandi møguleikar fyri búseting í øllum pørtum av kommununi.
Støðan í dag er hon, at øki eru løgd út til bygging av sethúsum bæði í Norðdepli og í Hvannasundi. Men hinvegin kann ein staðfesta, at kommunan hevur fá grundøki sum eru klár at selja.
Til tess at bøta um hetta, og at kunna bjóða verandi og nýggjum íbúgvum bústaðarmøguleikar, ætlar samanlagda kommunan at ogna sær øll grundstykki, sum liggja við verandi veg í báðum bygdum.
Kommunurnar eru samdar um, at hetta arbeiðið eigur at fara í gongd beinanvegin, soleiðis at kommunan til eina og hvørja tíð hevur grundstykki til sølu, sum hon sjálv eigur og kann selja.
- Arbeiðast skal við eini størri og ikki minst lokkandi sethúsaútstykking í Hvannasunds Kommunu, so hon er tilreiðar at taka ímóti nýggjum íbúgvum í sambandi við nýggja tunnilssambandið, sum fer at skapa møguleikar fyri menning og vøkstri, verður sagt.
Sameinda kommunan skal innan fýra ár eftir samanleggingina eftirkanna, hvørjar íløgur eru gjørdar og hvar. Henda eftirkanning skal so brúkast í metingunum og raðfestingini av framtíðaríløgunum, so hædd verður tikin fyri ynskjum og neyðugum íløgum í ymsu pørtunum av kommununi.
Ætlanin er somuleiðis at betra og víðka um bussambandið millum bygdirnar í Norðoyggjum, eins og alt skal gerast fyri at krevja av landsins myndugleikum, at tunnilssambandið Norður um Fjall verður dagført sum skjótast.
Barnagarð og havn
Ein av stóru spurningunum hjá bygdarfólkinum hevur verið, hvat fer at henda við øllum teimum pengunum, sum kommunan eigur á bók.
Sambært einum yvirliti eigur kommunan umleið 11 mió krónur í ogn, og sum skilst er lítil hugur at forera allar hesar milliónirnar til tann stóra kommunala kassan í Klaksvík.
Bygdaráðið hevur í eina tíð arbeitt við at fáa bygdan ein barnagarð, og mong hava borið ótta fyri at eingin peningur fór at verða til ein slíkan, tá og um samanlagt varð.
Kommunan hevur ognað sær eitt grundstykki til endamálið sunnan fyri skúlan. Og í framtíðini verður arbeitt víðari við ætlanini, sum báðar kommunur taka undir við. Ein byggibólkur, sum Hvannasunds kommuna setir, skal gera eina ætlan fyri byggingina.
Ein onnur ætlan hjá Norðoya kommunu verður at gera eina framtíðar havn á Norðtoftum. Ein fortreyt fyri hesi ætlanini er, at nýggir tunlar, betran av sambandinum til Svínoyar og eitt møguligt grótbrot eigur at verða framt við tí fyri eyga at leggja eina framtíðar havn í nánd av Norðtoftum.
Í sambandi við at svínoyingar skulu fáa betri ferðasamband, eru møguleikar fyri at gera ein lítlan bátahyl, eisini til svínoyingar, í samband við eina ferjulegu á Norðtoftum, haðani tað verður stutt at sigla út til Svínoyar.
Henda havnin kann síðani byggjast út til eina djúphavn. Hetta hava fólk hjá Landsverki kannað, og vísir henda, at staðið er sera veðurgott og ógvuliga atdjúpt.
Ein heilt onnur ætlan er eisini hon, at umvæla bryggjuna har strandfaraskipið Másin leggur at, og at gera eina sonevnda »marina« í Norðdepli, sunnanfyri byrgingina.
Ítrótturin skal mennast
Innan ítróttin hevur serliga kappróðurin stóran áhuga millum bygdarfólkið. Úrslitini í summar hava víst, at her býr virkið fólk.
Kommunurnar báðar eru samdar um, at skapast skulu hóskandi karmar bæði fyri ítrótti og mentan, og at hetta eisini skal mennast uppaftur meiri í framtíðini.
Á Fossánesi skal leggjast ein rennibreyt kring stadionøkið, eins og ein sparkivøllur skal leggjast í Hvannasundi og ein í Norðdepli.
Semja er eisini um, at arbeiðast skal miðvíst við málinum at fáa loyst hølisviðurskiftini hjá kappróðrarfelagnum. Ætlanin er, at tann samanlagda kommunan skal fullføra sín part av verkætlanini, samsvarandi samtyktini hjá Hvannasunds kommunu.
- - - - -
Fakta um kommunurnar
Skattaprosent:
Klaksvík 20,75 – Hvannasund 20,10
Nettoskuld pr. 31.12.07:
Klaksvík 115 mió kr. – Hvannasund -11 mió kr. (tað er: ogn)
Fíggjarætlan 2008:
Útreiðslur (rakstur, íløgur, rentur): Klaksvík 144,5 mió – Hvannasund 22,8 mió
Skattainntøkur: Klaksvík 140 mió. – Hvannasund 11 mió
Úrslit áðrenn avdráttir: Klaksvík -4,5 mió – Hvannasund -11,8 mió
Lyklatøl:
Rakstur pr. íbúgva (samb. roknskapi 2006): Klaksvík 13.000 kr – Hvannasund 10.000 kr
Skattskyldug inntøka pr. íbúgva: Klaksvík 128.000 kr – Hvannasund 116.000 kr
Barnafrádráttur: Klaksvík 4.000 kr – Hvannasund 3.500 kr.
Fólkatal:
Klaksvík: 4.929 – Hvannasund 437
Undir 16 ár: Klaksvík 1.232 – Hvannasund 111
17–60 ár: Klaksvík 2580 – Hvannasund 273
61+: Klaksvík 1117 – Hvannasund 53
Tal av húsarhaldum:
Klaksvík 1680 – Hvannasund 135