Konsert
Tíðindaskriv
Hesaferð verður tað saman við dóttrini Astrid, sum eisini fer at syngja og spæla saman við pápanum. Tað verða bæði nýggir og eldri sangir á skránna. Konsertin byrjar klokkan 20. Hetta verður sostatt fyrstu ferð, at almenningurin før høvi at hoyra nøkur av løgunum, sum verða við á hansara komandi nýggju fløgu, sum væntandi kemur út í heyst. Serliga áhugavert verður tað eisini at hoyra 19 ára gomlu dóttrina, Astrid. Hon fer at syngja mest á enskum men syngur eisini á svenskum og sponskum. Hon fer m.a. at sygja sangir eftir George Harrisson og Silvio Radríguez, sum verður kallaður tann kubanski Bob Dylan. Kostnaður til konsert í Miðlahúsinum 70 kr. Konsert verður eisini á bókasavninum í Fuglafirði fríggjakvøldið kl. 20 og í bygdahúsinum í Miðvági leygarkvøldið.