Februar 2016 eru 135 ár liðin síðan J.H.O. Djurhuus bleiv føddur, og í hesum sambandi skipar Nora Musik fyri ymiskum tiltøkum í høvuðsstaðnum.
Eitt av tiltøkunum er matiné í Havnar Kirkju við Stanley Samuelsen og Jón Festirstein.
1985 fór Stanley og setti løg til yrkingar hjá kendum føroyskum skøldum, fyrst og fremst Janusi Djurhuus (1881-1948).
Stanley hevur higartil smíðað ikki færri enn 57 løg til sangir, sum eru givnir út á fløgu.
Fyrsta fløgan, ”Um eg kundi kvøðið”, kom út í 1999 og síðani komu ”Sól og regn” (2005), ”Tíðin rennur ”(2008), ”Alle hjertets sange” (2011) og ”Stanley live” (2011).
Á fløguni “Oktobir” (2013) arbeiðir Stanley burturav við Janusi Djurhuus og hevur til hetta høvi gjørt tónleik til 20 av hansara klassisku yrkingum.
Farna heyst gav forlagið Nora Musik út sangbók við løgunum hjá Stanley, tekstum, nótum og besifringum.
Síðani 1990 hevur Stanley ferðast nógv sum tónleikari í Norðurlondum, Evropa og Amerika og hevur skapt nýggj sambond og dyrkað nýggjan tónleik.

Stanley og Jón framføra verk eftir Janusi





