Stanley og og Astrid í Miðlahúsinum

Hóskvøldið, 24., kl. 20 verður Stanley Samuelsen at hoyra í Miðlahúsinum.

Hesaferð verður tað saman við dóttrini Astrid, sum fer at syngja og spæla saman við pápanum.

Tað verða bæði nýggj og eldri løg á skránni. Hetta verður sostatt fyrstu ferð, at almenningurin før høvi at hoyra nøkur av løgunum, sum verða við á nýggju fløguni, sum væntandi kemur út í heyst.

 

Serliga áhugavert verður tað eisini at hoyra 19 ára gomlu dóttrina, Astrid. Hon fer at syngja mest á enskum men syngur eisini á svenskum og sponskum. Hon fer m.a. at sygja sangir eftir George Harrisson og Silvio Radríguez, sum verður kallaður tann kubanski Bob Dylan.

 

Kostnaður til konsert í Miðlahúsinum er 70 kr.

 

 

Konsert verður eisini á bókasavninum í Fuglafirði fríggjakvøldið kl. 20

og í bygdahúsinum í Miðvági leygarkvøldið.