Startskotið latið til 100 ára haldið

Í gjár vórðu liðin júst 100 ár síðani fyrstu fólkaatkvøðuna til Tórshavnar býráð, at tað varð hátíðarhildið við hugnaløtu í Müllers Pakkhúsi

Í dag eru 100 ár liðin, síðani fyrsta fólkaræðisliga kommunuval varð hildið tann 27. november 1908. Teir valdu, sum síggjast aftanfyri meg, tóku við í Tórshavnar kommunu 1. januar 1909. Tí hevur Tórshavnar kommuna valt at hátíðarhalda henda dagin og gera vart við virkandi fólkaræði í 100 ár – alt næsta ár, 2009.

Soleiðis legði Heðin Mortensen, borgarstjóri fyri, tá Havnin skjeyt 100 ára hátíðarhaldið hjá Tórshavnar býráð sum fólkavald kommuna í 100 ár, í gongd.

Tað var ein donsk ríkisdagslóg frá 1866, sum slóðaði fyri hesum møguleikanum, at gera Havnina til fyrstu fólkavaldu kommunu í Føroyum.

Hinar føroysku kommunurnar fingu høvið at byggja á kommunulógina frá 1872, ið ásetti, at allir stýrislimir skuldu veljast. Havnin vildi eisini eiga lut í hesi meiri framkomnu lóggávu, segði Heðin Mortensen.

Eftir ár 1900 varð eisini Tórshavnar býráð valt eftir nýggjari kommunuvallóg.

Tað var eisini í hesum tíðum, og kvinnur og ognarleys eisini fingu atkvøðurætt, og hesin var fyrstu ferð implementeraður við valið 27. november 1908.

Nýggj lóg um Tórshavnar bý varð tí samtykt í ríkisdegnum at galda frá 1. januar 1909. Fútin misti samstundis fasta kommunala sessin, og øll vórðu nú vald á fólkaræðisligan hátt, segði Heðin Mortensen.

Hesi 100 árini hava tilsamans, við hesum seinasta býráðsvalinum, sitið 124 býráðslimir í longri og stytri tíðarskeið. Av hesum 124 eru 111 menn og 13 kvinnur, og borgarstjórarnir hava verið 18 í tali.

 

Sjálvt føðingardagsárið, 2009, verður fylt við ymiskum tiltøkum at hátíðarhalda kommunala fólkaræðið.

Búmerkið verður avdúkað um eina løtu, og ein heimasíða verður gjørd, har allir borgarar kunnu leggja myndir og skriva søgur. Umframt at verða ein afturlítandi goymsla, verður nútímans tøkni brúkt at sýna privatu søguna hjá okkara borgarum í myndum og teksti. Talgilda tilfarið verður liggjandi og vaksandi í vavi, segði Heðin Mortensen

Samstarvað verður við Føroya Symfoniorkestur, sum á nýggjárskonsertini 2009 fer at framføra tónleikaverk, sum Tórshavnar kommuna hevur bílagt. - Ljós verður aftur varpað á hundrað ára haldið saman við Føroya Symfoniorkestri, barnakóri úr Kommunuskúlanum og rokkorkestri, sum fara at spæla “The Wall” hjá Pink Floyd.

Kjarnin í verkinum er sjálvsagdur, tá vit hugsa um fólkaræði og samstundis lata tað klassiska og tað fólksliga renna saman í eini fagnaðarkonsert í Norðurlandahúsinum, sum setur hin einstaka í fólkaræðisligt ljós, innan og uttan fyri múrarnar, segði borgarstjórin.

Og vit ætla at verða so fólkaræðislig, at hevur tú sum borgari í kommununi eitt tiltak, ið tú vilt vísa fram og heldur passar til tankan um fólkaræði, so er at melda seg til á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. So verður tú partur eisini av hátíðarhaldinum, sehði Heðin Mortensen, borgarstóri, tá hann bjóðaði vælkomin.