Í starvi hjá einum av heimsins ríkastu

Hálvi føroyingurin, Vilmund Boggs, er tyrlumekanikari og hevur seinastu fýra árini starvast hjá einum av heimsins ríkastu monnum Tað eru ikki o nógv, sum kennast við navnið Paul Allen. Men øll kenna starvsfelaga hansara og medstovnara av Microsoft, Bill Gates.

Paul Allen arbeiddi inntil fyri fáum árum síðani framhaldandi saman við Bill Gates i Microsoft fyritøkuni, men so fekk hann staðfest krabbamein. Hetta fekk hann at gevast at arbeiða og heldur gera sær dælt av mongu pengunum, meðan hann enn var á lívi. Og meðan hann gekk til viðgerðar skrivaði hann sær ein lista yvir tað, hann ætlaði sær at uppliva, áðrenn hann fór foldum frá.

Lagnan vildi tað kortini so, at Paul Allen gjørdist frískur, men nú fæst hann við annað enn bert at arbeiða.

Millum annað læt hann fyri fáum árum síðani eitt stuttleikaskip byggja í Kiel í Týsklandi, sum alment kostaði 1,1 milliard, men sum verður mett at liggja nærri teimum 2,6 milliardunum krónum.

Hetta skip er eitt av trimum stuttleikabátum, sum Paul Allen eigur. Hann hevur fimm tyrlur, ein Boeing 757 sum privatflogfar umframt tvey onnur eitt sindur smærri flogfør.

Lesið meiri og síggi fleiri myndir í Sosialinum í dag