Starvsfólkini í Eik hava tikið seg saman, at stovna eitt listafelag, hetta er fyrsta listafelag í Føroyum stovnað á einum arbeiðsplássi Felagið kemur at eita Listafelagið Eik og øll starvsfólkini í Eik hava møguleika at gerast limir í felagnum. Hósdagin, 7. juni kl. 17, verður stovnandi aðalfundur, har viðtøkurnar skulu samtykkjast og listaverk verða burturlutað til limirnar.
Stjórin í Listaskálanum, Helgi Fossádal, verður tilstaðar og skal tosa um listafelag og myndlist í dag. Tað er Galerie Focus, Grím Kambansgøta í Havn, við Mariannu Norðoy, sum skipar fyri skiftandi framsýningum í matarhøllini, við síðuna av Atriumgarðinum í Eik í høvuðssætinum, Yviri við Strond í Havn. Samstarvið millum Eik og Galerie Focus er komið í lag vegna áhugan, Eik hevur sýnt, at keypa myndlist.
Í morgin, hósdagin kl. 17, verður tíðindafundur yviri við Strond í Havn, har Marianna Norðoy frá Gallarie Focus og nøkur av listafólkunum vera til staðar.