Starvsmannafelagið krevur hoyringsskrivini afturtikin

Soljóðandi skriv varð 02.01.09 send leiðslu Kringvarpsins og síðani eisini Kringvarpsstýrinum og landsstýriskvinnuni í mentamálum

Starvsmannafelagið krevur, at Kringvarpið tekur aftur øll hoyringsskrivini, sum vóru latin teimum sjey limunum hjá Starvsmannafelagnum 16. desembur 2008.

Kravið er grundað á, at kringvarpsleiðslan ikki hevur haldgóðar grundgevingar fyri ætlaðu uppsøgnunum.

Samstundis sum ætlanarskriv um uppsøgn verða viðgjørd, hevur Kringvarpið valt at seta nýtt fólk í starv, hóast skikkað fólk eru millum tey, ið ætlanin er at siga úr starvi.

 

Kringvarpsleiðslan hevur ført fram, at uppsagnirnar gjørdust neyðugar orsakað av brádliga íkomnum tørvi á sparingum í 2009, hon mátti tí siga dugnaligum fólki farvæl.

Men tað er Starvsmannafelagsins greiða fatan, at ongin orsøk er at siga nakran úr starvi orsakað av sparingum í 2009. Sparingarnar orsakað av uppsøgnum av limunum hjá Starvsmannafelagnum eru í 2009 góð hálv millión krónur. Hetta tí øll hava langa uppsagnarfreist og frítíð til góðar. Tey flestu fáa tí løn til og við septembur.

Tilsamans er talan um gott eitt ársverk, sum verður spart burtur í árinum.

Um tvey av teimum, ið hava fingið hoyringsskriv, valdu at fara niður í hálva tíð í 2009, og Kringvarpið ikki setti nýtt fólk, men umrokerar á stovninum, so sparir stovnurin tvey ársverk uttan uppsagnir. Stovnurin kundi tá sloppið undan tí harðrendu framferðini mótvegis starvsfólkunum á stovninum og tikið sær stundir til at lagt eina skilagóða ætlan fyri tillaging av búskapinum í samráð við eitt nú Mentamálaráðið.

 

Starvsmannafelagið heitir tí á leiðsluna um at taka aftur ætlanarskrivini. Starvsmannafelagið býður sær saman við starvsfólkunum á stovninum og leiðsluni at finna ein leist fyri ætlaðu sparingum uttan at siga fólki úr starvi.

Í øðrum umfari heitir Starvsmannafelagið á stýrið fyri Kringvarpið og Mentamálaráðið um at tryggja starvsfólkunum í Kringvarpinum eina virðiliga viðferð, at sømuligur starvsfólkapolitikkur verður rikin innan tað almenna, og at ætlanarskrivini um uppsøgn verða afturtikin í stundini.

 

 

----

 

 

Á fundi í dag við leiðslu Kringvarpsins hevur Starvsmannafelagið tvíhildið um, at í sambandi við setanina av journalisti nýggjaftan, hevur leiðslan fyri Kringvarp Føroya brotið ásetingarnar í sáttmálanum, at størv skulu lýsast leys alment og eisini almenna setanarpolitikkin.

Lýsingin hevur bert staðið á heimasíðu Kringvarpsins og er hetta ikki nøktandi lýsingarháttur.

Eisini hevur leiðslan brotið bæði sáttmála og almenna setanarpolitikkin, í mun til at álitisfólk skal hava málið til ummælis, áðrenn endalig støða verður tikin og sum partur av setanarbólkinum skal vera við í setanartilgongdini og er hetta ikki farið fram.

Orðingin í almenna setanarpolitikkinum er henda:

”Setanarnevnd verður sett at meta um umsøkjarar, viðgera umsóknir og hava setanarsamrøður. Í setanarnevndini skulu verða umboð fyri leiðslu og starvsfólk, t.d. umboð fyri ávísar starvsbólkar, ið viðkoma starvsøkinum, og álitisfólk.

Tað er av stórum týdningi, at setanarnevndin er umboðað við fólki, sum hevur førleika at meta um umsøkjarar, tá talan t.d. er um starv, ið krevur serligan fakligan førleika.

Góð tíð skal verða sett av til at viðgera umsóknirnar.”

 

Starvsmannafelagið góðtekur als ikki hesa framferð og hevur kravt at setanin verður ógildað.

Leiðslan vil ikki ógilda setanina og Fíggjarmálaráðið metir ikki, at hetta er so álvarsamt brot, at avleiðingin er ein ógildan av setanini.

 

Starvsmannafelagið og hini fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum á almenna arbeiðsmarknaðinum: Akademikarafelag Føroya, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag eru samd um, at hetta mál er av sera principiellum týdningi.

Vit góðtaka ikki at sáttmálaásetingar verða brotnar og at hetta ikki fær avleiðingar!!

 

Vísandi til skrivið, ið sent varð leiðsluni og avvarandi myndugleikum, so er grundgevingin fyri at limir okkara hava fingið hoyringsskriv um uppsøgn ógrundað.

Sparingin er so lítil, at er vilji at troyta allar møguleikar at fyribyrgja uppsagnunum, herundir m.a. møguleikarnar fyri niðursettari tíð og gagnnýta ásetingarnar um eldrapolitikkin í sáttmálanum og ikki at seta leysa starvið, so er als ikki neyðugt við uppsagnum.

 

Tað er eisini follið fakfelgssamstarvinum fyri bróstið, at ikki allar royndir at fyribyrgja uppsagnum eru troyttar, við virðing fyri teim starvsfólkum, ið hava tænt Kringvarpinum í mong ár.

 

Kringvarpið tolir als ikki fleiri starvsfólkaskerjingar.

 

Við hesum grundgevingum heitir Starvsmannafelagið enn einaferð staðiliga á leiðslu Kringvarpsins at taka ógrundaðu hoyringsskrivini aftur.