Starvsmannafelagið skal upp á pláss nú

Sjúkrasystrafelagið gjørdi í brævið til Fíggjarmálastýrið í gjár vart við, at tær ikki vilja samráðast undir teimum umstøðum, sum eitt nú Magistarafelagið fekk. Limir í Starvsmannafelagnum blokeraðu inngongdina til Hotel Hafnia soleiðis, at nevndin ikki slapp at samráðast. Sjúkrasystrafelagið kravdi, at Fíggjarmálastýrið tók uppaftur samráðingarnar við Starvsmannafelagið áðrenn klokkan 18 í gjárkvøldið

Tað leikar meir og meir á Fíuggjarmálastýrið. Mánadagin sendu sjúkrasystrarnar saman við níggju øðrum feløgum løgmanni bræv, har tey bóðu um samráðingar - beinanvegin, ella fóru øll feløgini í verkfall.

Fíggjarmálastýrið boðaði frá, at feløgini bara skuldu siga til nær tey ynsktu samráðingar, tí tey vóru til reiðar at samráðast - nær tað skuldi vera.

Týsdagin skuldi Fíggjarmálastýrið so samráðast við Magistarafelagið. Samráðingarnar vóru settar at vera á Hotel Hafnia, tí blokadan framman fyri Fíggjarmálastýrinum á Argjum heldur fram.

Men tá nevndin hjá Magistarafelagnum kom á hotelli var tað ikki møguligt hjá teimum at koma innar. Limir úr Starvsmannafelagnum og fleiri blokeraðu inngongdina við tí kravi, at Fíggjarmálastýrið skal avgreiða sáttmálasamráðingarnar við Starvsmannafelagið áðrenn farið verður undir at samráðast við onnur feløg

Hetta var ikki tað, sum Sjúkrasystrafelagið vildi síggja. Tær vilja hava frið at samráðast við Fíggjarmálastýrið og tað metir nevndin ikki at tey fáa meðan limir Starvsmannafelagsins blokera.

Joan Ziskason, formaður í Sjúkrasystrafelag Føroya sigur, at felagið ikki undir nøkrum umstøðum kann góðtaka, at samráðast undir slíkum umstøðum, og tí hevur felagið boðað Fíggjarmálastýrinum frá.


Hótta við verkfalli

Tí hevur Sjúkrasystrafelagið sent Fíggjarmálastýrinum eitt nýtt bræv, har sagt verður, at felagið ásannar, at tað ikki ber til at samráðast undir verandi umstøðum, og at Sjúkrasystrafelagið tí ikki vil koma til samráðingar við Fíggjarmálastýrið fyrr enn sáttmálasamráðingarnar við Starvsmannafelagið eru uppafturtiknar.

Um Fíggjarmálastýrið ikki gjørdi sum Sjúkrasystrafelagið segði, so hótti felagið við at fara í verkfall frá midnátt.

? Sáttmálin hjá okkum gekk út 1. mars og vit hava ikki fingið gongd á samráðingarnar síðani arbeiðssteðgurin hjá Starvsmannafelagnum byrjaði, og nú sleppa vit ikki til samráðingarborðið. Tí krevja vit, at Fíggjarmálastýrið fær sáttmálan við Starvsmannafelagið upp á pláss beinanvegin, soleiðis at hini feløgini kunnu koma til samráðingar. Gera teir ikki tað, so fara vit í verkfall.

Hvussu langt verður tykkara verkfall?

? Tað kann eg einki siga um. Hetta er ikki eitt punktverkfall, sum varir í 24 tímar, men eitt vanlig verkfall, og tað verður nevndin í Sjúkrasystrafelagnum, sum kemur at avgera, hvussu langt verkfallið verður.

Fara tit í verkfall fyri at stuðla Starvsmannafelagnum?

? Ja, tað fara vit. Men eisini fyri at vit kunnu fáa sømilig kor at samráðast undir. Men hetta er eisini ein áheitan á politikararnar fyri at fáa teir at vakna.

Hava tit hoyrt frá Fíggjarmálastýrinum?

? Vit hava tosað við Karsten Hansen og Tummas Magnussen í dag. Teir bóðu okkum velja semingsmenn, sum kundu fara undir at gera eina semju millum okkara felag og Fíggjarmálastýrið, men av tí at Sjúkrasystrafelagið ikki kemur undir lógina um mekling á arbeiðsmarknaðinum, hevur felagið noktað at velja semingsmenn.