Starvsvenjing

Á tíðindafundi hjá Smyril Line mánadagin, hittust fýra floksfelagar, sum allar vóru í praktikk hjá ymsum fjølmiðlum

TíÐindafundur
Brynhild H. Reinert og Emma Hansen, praktikantar
Annan september 2002 fór 9. flokkur í Felagsskúlanum á Oyrabakka í starvsvenjing. Tað var ymist, hvar næmingarnir valdu at fara. Nøkur valdu at fara til Sosialin onnur til Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya.
Mánadagin hevði Smyril Line tíðindarfund. Á hesum fundi vóru fýra praktikantar til staðar. Tveir av Sosialinum, ein úr Sjónvarpinum og ein úr Útvarpinum. Allar av Felagsskúlanum á Oyrabakka.
Áhugavert var at sita og lurta, hvussu leikur fór fram. Ferðafaldarar vóru lagdir fram og ymiskt annað viðvíkjandi nýggju Norrønu. Aftaná var møguleiki at seta stjórunum á Smyril Line, Óla Hammer og Jóannesi á Váli, spurningar.
Kanóntilboð
Nú Norrøna aftur er farin undir vetrarsiglingina, hevur Smyril Line nøkur góð tilboð til skúlaflokkar. Siglingin byrjar í september mánaði og endar í mai. Til ber at fara til Hetlands í 3 - 10 dagar, og gista á vallaraheimi. Tað ber eisini til at fara útferðir ymsastaðni í Hetlandi. Hesar útferðir fáast í lag við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá Smyril Line. Siglt verður eisini til Danmarkar í sama tíðarskeiði.
Smyril Line bjóðar ikki bara skúlaflokkum út at ferðast bíðliga, men eisini arbeiðspláss, feløg og bindiklubbar og so framvegis, fáa nú eisini høvi til tess. Henda Shetlands Cruies ferð er til Lerwick. Í Lerwick verður gist á fyrsta floks hotelli í tvær nætur. Farið verður av Havnini hóskvøld kl. 22.00, og komið verður aftur á Havnina mánamorgum kl. 06.00. Treytin fyri tilboðnum er, at fleiri enn 10 eru í hvørjum ferðalagi.